TÍÐINDI | Fyrsta oljan komin í goymslutangarnar
- Eva Andrésen
- Jun 12
- 1 min read
Í vikuni kom tangaskipið GTM Denmark á Hulk, við fyrstu gassoljuni til goymslutangarnar hjá Krafta

Í vikuni kom tangaskipið GTM Denmark á Hulk, við fyrstu gassoljuni til goymslutangarnar hjá Krafta.
Arbeiði hjá Krafta at gera alt liðugt, so at felagið kann byrja at selja olju, kom eitt stig nærri, nú fyrsta oljan kom í goymslutangarnar á Hulki.
Nú skulu tær seintastu tillagingarnar og royndirnar gerast, áðrenn skip kunnu bunkra olju frá felagnum. Eisini skal Articon gera økið heilt liðugt, áðrenn tað verður endaliga handa eigaranum.
Trygdin hevur høga raðfesting hjá Krafta, og er nógv tíð og orka brúkt til at gera alt so trygt sum gjørligt.
Í síðstu viku var Skálafjarðar sløkkilið og hevði venjingar á Hulki, so at teir vita hvat gerast skal, um ein leki, ella eldur skuldi komi í.
So vantandi ganga ikki nógvir dagar, til fyrsta bunkringin verður hjá felagnum.







Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvar Kommuna
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #SjóvarKommuna #PortofStrendur #Oljan #Krafta #sjovarkommuna #portofstrendur #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #SjóvarKommuna #PortofStrendur #Oljan #Krafta #sjovarkommuna #portofstrendur #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory
Comments