top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FISKUVINNUMÁLARÁÐIÐ | Undantakið at landa uttanlands, ikki longt

Frystivirkini eru aftur farin at taka ímóti makreli, og tí er ikki grundarlag fyri at gera undantak, sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Dennis Holm Fiskivinnumálaráðið

(Mynd 📸 KVF.fo)


Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt av ikki at leingja undantakið, sum loyvir føroyskum skipum at landa allan makrel uttanlands.

Tað skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Stutt fyri ólavsøku var ein broyting gjørd í kunngerð um landing í Føroyum soleiðis, at til og við 31. august var undantak givið frá lógarkravinum um, at øll veiða av makreli, undantikin 15 prosent, skal landast í Føroyum.

Orsøkin var, at frystivirkini fyrr í summar fyribils góvust við at taka ímóti makreli, og tí kundu skipini bert landa til fiskamjølsvirki. Hetta elvdi til, at skipini komu at liggja og bíða eftir at sleppa framat at landa. Sostatt vóru møguleikarnir at fiska makrel darvaðir av vantandi móttøkuorku á landi.


Taka nú aftur ímóti fiski

Nú eru frystivirkini aftur farin at taka ímóti makreli. Tí er ikki grundarlag fyri framhaldandi at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur skal landast í Føroyum, sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Endamálið við at krevja, at øll veiða, undantikin 15 prosent, skal landast og avreiðast um føroyskan bryggjukant, er at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, og á tann hátt skapar virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum, og at geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru, sigur ráðið.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Kelda: BLUE FAROE ISLANDS

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page