top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

US | Umhvørvisstovan gevur nú út føroyskar sjókortrættingar 🗺

Eftir at sjókortøkið bleiv yvirtikið 1. januar 2020 hevur Umhvørvisstovan miðvíst arbeitt við at taka heim umsitingina av sjókortunum frá Geodatastyrelsen í Danmark. Fyrstu starvsfólkini blivu sett í september 2020, og í samráð við danir síðst í farna ári, varð heimtøkuætlan gjørd fyri alt økið. Hetta merkir at Umhvørvisstovan sjálv umsitur alt sjókortøkið frá 1. januar 2022.


Frá 1. juli 2021 verða allar sjókortrættingar av pappír- og talgildum sjókortum gjørdar og fráboðaðar av Umhvørvisstovuni. Hetta verður gjørt hvørja viku gjøgnum almenna fráboðanarháttin “Efterretninger for Søfarende”, sum er ein sjálvvirkandi fráboðanarskipan, ið øll skip hava atgongd til. Hetta merkir, at sjókortrættingar fyri føroysk pappírssjókort, sum áður vóru at finna hjá Geodatastyrelsen, nú einans eru tøk á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Rættingar til talgild sjókort verða útgivnar gjøgnum IC-ENC, so skip, sum hava ECDIS útgerð, framhaldandi fáa rættingarnar.

Les meir um sjókortrættingar her.

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Logo
Logo
Logo
0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page