top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

VIDEO | "Serlig kensla at finna flaggið hjá Ólavi Gregersen"

Flaggið hjá farmaskipinum Ólavi Gregersen, sum sigldi á flesjarnar 10. januar 1984 og sakk, er nú funnið og bjargað upp av botni.

Bogi Krossteig trúði ikki ordiliga sínum egnu eygum, tá hann í gjár, sunnudagin 31. oktober, kavaði niður á vrakið av farmaskipinum Ólavi Gregersen.

"Vrakið liggur eystan til á flesjunum, og eg havi verið niðri á vrakinum 15 til 20 ferðir. Í dýrdarveðrinum í gjár, varnaðist eg brádliga okkurt, ið líktist einum Merki. Tá eg fór at kanna hetta, so sá eg, at tað var Merkið hjá Ólavi Gregersen, sum var vavt runt eina av mastrunum," greiðir Bogi Krossteig eldhugaður frá.

"Tú droymir altíð um at finna okkurt sermerkt, tá tú kavar, so tað var ein heilt serlig kensla at finna Merkið hjá Ólavi Gregersen."

Í góðum standi

Flaggið, sum hevði ligið á havsinsbotni við flesjarnar í 37 ár, var, sum vera mann, eitt sindur samangrógvið og skitið, men tað var í sjáldsama góðum standi.

"Mær dámar ikki so væl at taka vraklutir upp við, tá eg kavi, men eg helt avgjørt, at júst flaggið hevði uppiborið at koma við upp og síggja dagsljós aftur, eftir so nógv ár á havsins botni," heldur Bogi Krossteig.

(Mynd 📸 KVF, Bjarni Árting Rubeksen)


Søgan um Ólav Gregersen

Farmaskipið Ólavur Gregersen varð bygt á Skála skipasmiðju og sjósett í 1982.

Skipið var á veg av Klaksvík til Runavíkar, tá tað, í ringum veðri, sigldi á flesjarnar klokkan tvey um náttina tann 10. januar 1984. Roynt varð at bjarga skipinum, men bjargingarroyndin miseydnaðist, og Ólavur Gregersen sakk trý samdøgur seinni, 13. januar 1984. Vrakið av Ólavi Gregersen liggur nú á 21 metra dýpi, eystantil við flesjarnar.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page