VINNUHÁSKÚLIN | 31 lesandi fingu prógv síni handað 👏🏻📃
Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum í dag, fríggjadagin 21. januar, fingu 31 lesandi prógv síni handað.
Símun Poulsen, skúlastjóri á Vinnuháskúlanum, bar teimum lesandi eina kvøðu og ynski teimum blíðan byr á lívsleiðini. Síðani spældi Sámal Ravnsfjall nøkur løg, áðrenn skúlastjórin handaði teimum prógvini. Somuleiðis vórðu virðislønir handaðar fyri bestu prógvini og ídni.
Eftir prógvhandanina nýttu tríggir høvið at bera nýggju skiparunum, skipsførarunum og maskinmeistarunum nøkur góð og kveikjandi orð. Røðarar vóru Heðin Mortensen, borgarstóri í Tórshavn, Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Hesir fingu prógv:
Maskinmeistarar: Andri Brynjólfur Lenvig, Elias Jóhannesarson Lervig, Gunnar Krisfinnson Christiansen, Jóhan Hermann Slættalíð, Martin Unason Nón, Súni Sigmarson Davidsen, Brian Olsen, Jákup Matras, Bjarni Skála, Teitur Tollaksson og Jón í Heimistovu
Virðislønir fyri hægstu próvtøl: - Martin Unason Nón fekk ein grindaknív frá S.E.V. - Andri Brynjólfur Lenvig fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum. - Brian Olsen fekk ein kikara frá P/F Thor - Ídnisviriðslønina, eitt lummaur frá Skansi Offshore, fekk Martin Unason Nón
Skiparar: Kári Mikkelsen, Høgni Ólavur Brandurson Joensen, Ari Remisson Nicolajsen, Eyðtór Sumberg Samuelsen, Jan Johannesen, Fríði Strøm og Knút Johannesen
Virðislønir fyri hægstu próvtøl: - Jan Johannesen fekk ein kikara frá P/F Thor - Fríði Strøm fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency - Høgni Ólavur Brandurson Joensen fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship - Ídnisvirðislønina, eitt lummaur frá Antares, fekk Ari Remison Nicolajsen.
Skipsførarar: Alexander Olsen, Jákup á Reynatrøð, Jákup Eysturdal, Jónar Ólavur Holm, Regin á Rógvi, Sjúrður Joensen Steinberg, Torkil Mohr, Mathias Hammer, Mortan Bogason Petersen, Niclas Johan Hovsgarð, Pætur Mohr Leo, Viberg Henryson og Johan Snæbjørn Skoubo Bærendsen
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
- Mortan Bogason Petersen fekk eitt ur frá Smyril Line - Viberg Henryson fekk eitt klokkusett frá Betri Samtakinum - Alexander Olsen fekk ein lummaknív frá Ledernes Søfart - Ídnisviriðslønina, eitt gullur frá A. P. Møller fekk Regin á Rógvi
- Hægsta miðal próvtal hjá skipsførarum: Mortan Bogason Petersen, ið fekk ein sekstant frá Føroya Skipara- & Navigatørfelag.
- Hjartaliga til lukku við próvnum allir samlir.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Vinnuháskúlin #Útbúgving #Próvhandan #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Maskinmeistarafelagið
Fylg LinkedIn #'s:
DHjartaliga til lukku :)
Hjartaliga til lukku við próvnum 👍🏻