top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

VINNUHÁSKÚLIN | Hagtøl vísa, at vit missa nógv færri skip í dag enn fyri 10 árum síðani

Hagtøl vísa, at vit missa nógv færri skip í dag enn fyri tíggju árum síðani, hetta millum annað tí, at trygdarviðurskiftini eru batnað munandi umborð á skipum, og at átøk, ið hava verið sett í verk, hava virkað fyri hesum.


Trýst á mynd, og sí videobrot á Facebook


Tó er enn gerandiskostur, at eldur kyknar í umborð, á eitt nú umborð á bingjuskipum og Ro-Ro skipum. Tá ið ein eldur kyknar í, er týdningarmikið, at manningin ber seg rætt at. Á skeiðnum “Eldsløkking fyri yvirmenn” miða skeiðslærararnir hjá Vinnuskúlanum at brynja komandi offiserar til júst slíkar støður.


Men hvussu sløkkja vit best eld? Her síggja vit maskinmeistaraflokkin, M5, meðan teir sløkkja ymsar eldar á ymsan hátt á Trygdardeplinum við Áir. Vit takka teimum fyri beinasemið.


At sløkkja ein stóran eld, krevur samstarv. Fyri at fáa nakað at kykna í, má súrevni, hiti og brennandi materiali til, eitt nú brennievni ella gass. Taka vit burtur eina av hesum keldum, sløkkja vit eldin. Tað er altavgerandi at vita, hvat tað er, sum brennur, og hvussu tað skal sløkkjast. Legg til merkis, hvat hendir, oysa vit vatn út yvir brennandi palmin!


Trýst á mynd, og sí videobrot á Facebook


Á Vinnuháskúlanum ber til hjá maskinrúms- og brúgvafólki at taka nógv ymisk, altjóða góðkend skeið. Eitt nú skulu allir yvirmenn endurnýggja “Eldsløkking fyri yvirmenn” 5. hvør ár. Les meira um skeiðini á Vinnuháskúlanum: https://skeid.vh.fo/

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Vinnuháskúlin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page