top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

Vit eru errin av tykkum

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann í morgun helt røðu á Vinnuháskúlanum fyri nýklæktum skiparum, skipsførarum og maskinmeistarum.


Røðan var soljóðandi:

Góðan morgun øll somul. Og gott nýggjár. Eg fari at byrja við at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við próvnum. Tað er sum altíð hugaligt at vera her á Vinnuháskúlanum og síggja, at tað er so stórur áhugi fyri maritimu útbúgvingunum.

Tað er ikki bara í kongshúsinum, at skift verður út á brúnni – okkum tørvar áhaldandi nýggjar kreftir bæði í flotanum og á landi - og tað er altíð hugaligt at vera við, tá skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fáa prógvini handað. 

Hetta er ein stór løta fyri tykkum og okkum og eigur at vera ein stór løta fyri samfelagið alt. 

Hetta eru einastandandi útbúgvingar – serliga tá ein hugsar um, hvussu ótrúliga skjótt tað kann verða hjá tykkum frá skúlabonki til stut eftir at standa við stórari ábyrgd.

--

Summi tykkara hava havt hugin til sjógvin frá barnsbeini. Skúlin var kanska ikki tað, ið tit tímdu best. Men kortini vistu tit, at tit máttu hava skúla fyri at sleppa á brúnna ella niður í maskinrúmið. 

Og her standa tit so í dag. Við prógvum, ið kunnu føra tykkum víða um heimin, á sjógvi og landi.

Eg haldi, at vit føroyingar kunnu vera ernir av, at vit hava millum heimsins bestu maritimu útbúgvingar. Og eg veit, at tit eru millum heimsins bestu sjófólk. Tí sjómansskapin, - hann duga tit.

Ein av stóru súlunum undir okkara framtíðar búskapi verður sjóvinna í breiðari merking. Og tit skiparar, skipsførar og maskinmeistarar, tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði. 

Tí tit hava bestu førleikar og vitan á økinum. --

Í dag standa tit við einum nýggjum prógvi, men um stutta tíð standa fleiri tykkara á eini brúgv ella í einum maskinrúmi – her heima ella úti í heimi. 

Og vit eru errin av tykkum. Tá vit hoyra, at ein føroyingur stendur á brúnni á einum stórum farmaskipi, - tá vit hoyra, at ein føroyingur er í maskinrúminum á einum stórum ferðamannaskipi. Tá vit hoyra, at tit føra enn ein góðan fong til lands, - í Føroyum ella úti í heimi... 

Tá eru vit errin av tykkum.

Tykkara siðbundnu føroysku útbúgvingar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum. Tær borga fyri, at føroysk arbeiðsmegi kann bjóða seg fram á øllum heimsins høvum og londum sum heimsins fremstu. 

Tí tað er ikki bara í hondbólti, at Føroyar eru komnar á heimskortið!

---

Í Havnini kanna vit støðugt, hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin. 

Tað hendir øgiliga nógv innan orkuumlegging, og okkum tørvar fólk, sum klára at fylgja við og vera uppá forkant at hjálpa okkum at skapa neyðugu karmarnar.

Tað henda stórar broytingar innan skipaferðslu. Umleggingar taka tíð, og tað er drúgvt at skipa breið samstørv um orkuloysnir. 

Men tað fer at bera til, og eg seti mítt álit á, at mangar av framtíðarinnar loysnum fara at koma júst frá tykkum.

Vit royna at laga viðurskiftini soleiðis, at vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi. 

Sjóvinnuveitingar eru longu ein munagóður partur av virkseminum í landinum, og eg haldi, at vit í Tórshavnar kommunu eru væl við.

Hetta merkir og hevur merkt í mong ár, at vit støðugt byggja út fyri at framtíðartryggja vinnuna, og fyri at geva rúmd fyri framtíðar vinnu á økinum. 

---

Ja, heimurin liggur nú opin fyri tykkum. Tá vit hoyra útvarpsfjarrit frá skipum hoyra vit ofta undrandi, hvussu øgiliga langt úr Føroyum okkara sjófólk eru. Tað er altíð áhugavert at fylgja við tykkum.

Nógv tykkara fara at føra nógvan góðan førning til lands, - men prógvið, ið tit hava í dag, er tykkara lívsførningur. Hann kann ongin taka frá tykkum.

Tykkara siðbundnu føroysku útbúgvingar borga fyri, at tit hava  kappingarfyrimunir framum so nógvar aðrar tjóðir. 

Góðu tit øll - blíðan byr og hjartaliga tillukku við próvnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.










(Myndir 📸 Tórshavnar Kommuna)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Tórshavnar Kommuna

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page