top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
Untitled (940 x 280 px).png
Advent BFI NL ysing.png

40 ár á Vinnuháskúlanum


Fríggjadagin 28. august varð hátíðarløta hildin á Vinnuháskúlanum, tá ið Andras Danielsen, lærari, fekk handað silvurheiðurstekin frá Kongshúsinum fyri drúgva og trúgva tænastu.


Andras Danielsen er ættaður av Strondum og hevur drúgvar royndir bæði til skips og innan undirvísing. Eftir lokna skúlagongd tók hann studentsprógv í Hoydølum í 1976, læraraprógv í 1981 og skipsføraraprógv á Føroya Sjómansskúla í 1985. Eftir stutta tíð við farmaskipinum Helenu byrjaði hann sum lærari á Føroya Sjómansskúla 1. august 1986, har hann síðan hevur starvast í fulltíðarstarvi.


Gjøgnum árini hevur Andras undirvíst í einum breiðum úrvali av lærugreinum á navigatørútbúgvingunum og hevur bygt upp eitt gott orð á sær fyri sín fakliga kunnleika innan mál, støddfrøði og maritima lóggávu og reglur.


Hann er væl umtóktur bæði millum næmingar og starvsfelagar og er kendur fyri at gera torskild evni løtt at skilja. Samstundis hevur hann altíð verið eyðkendur fyri sítt skipaða arbeiðslag og sín greiða undirvísingarhátt.


Á Vinnuháskúlanum verður lagt dent á, at Andras í fjøruti ár hevur verið ein týðandi partur av skúlanum og menningini av føroyskum sjófólkum. Hóast 40 ár í starvinum heldur hann fram í fulltíðarstarvi og er framvegis hollur í ráðum.


Vinnuháskúlin ynskir Andrasi hjartaliga tillukku við heiðrinum og takkar fyri trúgva tænastu og gott samstarv gjøgnum mong ár.








(Myndir 📸 VH)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: VH

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page