Ætla at fáa Polarstjørnuna á rættkjøl í hesi vikuni
Nú verður fyrireikað at fáa skipið av vogninum á Klaksvíkar Sleipistøð

Polarstjørnan datt á liðina, tá ið hon skuldi takast upp á Klaksvíkar Sleipistøð fyri jól.
Tað verður helst í hesi vikuni, at Polarstjørnan verður lyft á rættkjøl, og fyrireikandi arbeiði verður nú gjørt at fáa hana av vogninum aftur.
Tað sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð.
Tað var 19. desember í fjør, at Polarstjørnan legði seg á liðina á bedingsvogninum í Klaksvík, tá ið hon skuldi takast upp.





Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð.
Síðani hevur verið arbeitt við at fáa skipið á rættkjøl, men tað hevur tikið drúgva tíð.
Hetta verður rættiliga dýrt hjá sleipistøðini og kemur eisini illa við hjá reiåðarínum, sum eigur Polarstjørnuna, og manningini á skipinum.
(Myndir 📸 KVF)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments