top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

ANSNI TRYGDARFELAG | Nýggjar eigarar

Ansni Trygdarfelag hevur í dag skift eigarar. Nýggju eigararnir eru feløg hjá Fróði Sigvardsen og hjá Rannvá Í Stórustovu og Sofus Højgaard.

(Mynd 📸 VP.fo)


Í sambandi við eigaraskiftið, tekur Rannvá í Stórustovu við sum stjóri í Ansni Trygdarfelag.

Helgi Justinussen, sum higartil hevur verið eigari og stóri í Ansni Trygdarfelag, sigur at tað er við sorgblídni, at avgerð er tikin um at selja Ansni Trygdarfelag, sum hann hevur rikið síðstu 17 árini.


Ansni er í dag landsins størsta trygdarfelag og veitir vaktartænastur kring allar Føroyar til fyritøkur, skip, almennar-, kommunalar stovnar og privat virkir.

Tað skal verða mítt ynski, at allir kundarnir hjá Ansni Trygdarfelag taka væl ímóti nýggju eigarum, og fari eg at ynskja eigarunum og nýggju leiðsluni blíðan byr framyvir.


Samstundis vil eg nýta høvið at takka øllum kundum og samstarvsfeløgum fyri framúr gott samstarv síðstiu mongu árini, sigur Helgi Justinussen, nú fyrrverandi stjóri í Ansni Trygdarfelag. Eisini ynskir Helgi at takka núverandi og fyrrverandi starvsfólkum í Ansni Trygdarfelag fyri gott samstarv.


Helgi Justinussen kemur tó framvegis saman við Jógvan Jensen at reka Ansni Tilbúgving, sum heldur til í somu hølum sum Ansni Trygdarfelag, sum er á Hoyvíksvegi 61 í Havn. Ansni Tilbúgving veitir undirvísing og skeiðir innan lívbjargan, trygdarskeið, sølu av hjartastartarum og annað.


Rannvá í Stórustovu, nýggjur stjóri í Ansni Trygdarfelag, sigur, at hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing, at reka Ansni Trygdarfelag víðari. Vit fara framhaldandi at leggja alstóran dent á, at varðveita góðu tænastuna til kundar okkara, sum Ansni hevur havt sum sítt mál síðstu mongu árini.


Rannvá sigur at ta týdningarmiklasta tilfeingi í Ansni Trygdarfelag eru tey sera dugnaligu starvsfólkini, sum veita eina sera góða og trygga tænastu til okkara kundar runt allar Føroyar.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: VP.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page