top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

BAKKAFROST | Kunnandi fundur um avleiðingarnar av nýggju tøkugjøldunum.

Framleiðslan av meirvirkaðum vørum úr laksi, hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Í dag høvdu vit ein kunnandi fund fyri teimum 350 starvsfólkunum á VAP um avleiðingarnar av teimum nýggju tøkugjøldunum. Nógvir spurningar og fólk eru stúrin. Framleiðslan av meirvirkaðum vørum úr laksi, hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Tað skrivaði Kári Egholm Jacobsen, samtaksstjóri á VAP-deildini hjá Bakkafrost á facebook fyrradagin.


(Myndir 📸 Facebook)


Fyri fimm døgum síðani, skrivaði hann eisini á facebook um støðuna við tøkugjøldum:


Undan løgtingsvalinum royndi eg at gera vart við, at tað hevur týdning fyri øki kring Skálafjørðin, at vit velja fólk inn á løgting, sum búleikast við fjørðin.

Vit síggja avleiðingarnar í dag. Tað er ongin peningur játtaður í fíggjarlógini til økini við Skálafjørðin. Og nú koma tøkugjøldini á alivinnuna at hanga, sum ein byrða á liðugvøruframleiðsluni hjá Bakkafrost.

Tað var ikki annað væntandi. Magnus og Helgi sita í andstøðu og Djóni - sum er Glyvramaður í valgdystinum – dansar eftir floytu tónunum hjá Aksel. Jákupsstovumaðurin er bankaður uppá pláss av Høgna, tað kemur helst til sjóndar tá sáttmálin við Russland skal endurskoðast. Sær út sum um verkafólk og sjómenn ikki hava nakra rødd í løgtinginum í dag. Sjálvt um upprunin hjá teimum báðum stjórnarberandi flokkunum var verkafólk og sjómenn.

Eg spyrji hvar eru borgarstjórarnir? Hvar eru fakfelagsformenninir/kvinnurnar?

Tað hoyrist ikki eitt orð frá nøkrum av teimum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Facebook

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page