CENTREGO ATLANTIC | Nýskapandi grøn tøkni úr Føroyum
- Eva Andrésen
- 3 days ago
- 1 min read
Fyritøkan Centrego Atlantic hevur ment eina slóðbrótandi skipan til automatiseraða reingerð og sóttreinsan – serliga ætlað til fiskivinnuna, bæði á landi og á sjógvi. Skipanin byggir á elektrokemiska aktivering (eitt slag av elektrolýsu), og brúkar bert salt, vatn og streym – ein grøn, einfald og burðardygg loysn við altjóða potentiali.
Rúni Nielsen, stjóri, medeigari og stovnari, fer á Vinnuforum 2025 at deila søguna um ferðina hjá Centrego Atlantic, sum varð stovnað í august 2023 og longu hevur fingið fótafesti:
-Skipanin er seld til fleiri føroyskar og danskar fyritøkur
-Fingið fótafesti á danska marknaðinum
-Vaksandi áhugi úr Íslandi, Grønlandi og Svøríki
Hetta er ein søga um, hvussu ein føroysk nýskapandi fyritøka kann seta seg á altjóða kortið við grønum tøkni-loysnum – og tú fært høvi at hoyra hana fríggjadagin 10. oktober kl. 13:00–15:30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.
Les meira og melda til her: https://hugskotid.fo/events/vinnuforum/
(Mynd 📸 Centrego Marine)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Blue Faroe Islands
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments