VINNUHÁSKÚLIN | Jógvan Horn: Navigatión á døgum Magellans - hoyr samrøðu
Hvussu var at vera navigatørur og ævintýrhugaður rannsóknarfari fyri góðum 500 árum síðani? At sigla við seglum, uttan klokku, logg, vitan um havstreymar og við sera avmarkaðum og óneyvum sjókortum? At seta sær fyri, at sigla vestur um hav, uttan at vita neyvt, hvat ummálið á jørðini var, hvar skipið var á leiðini, og við stóru óvissuni, um skipið fór at koma aftur í aftur?
“Í mínari verð hevur handan ferðin verið verri at fyrireika, enn mánaferðin Apollo”, sigur Jógvan Horn, lærari á Vinnuháskúlanum.
(Mynd 📸 Sprotin.fo)
(Mynd 📸 Sprotin.fo)
Um 240 sjófólk vóru umborð á teimum fimm skipunum, ið settu kós úr Spania vestur um Atlantshavið við Ferdinand Magellan (1480–1521) á odda í 1519, og bert tað eina skipið við 18 monnum umborð komu aftur av ferðini trý ár seinni - tá høvdu teir, við 3-5 sjómilaferð, yvirlivað náðileysu ferðina tvørtur um Kyrrahavið, yvir Indiska havið og suður um Afrika og harvið prógvað, at til bar at sigla kring knøttin. Ein sjóferð, ið broytti heimin og legði lunnar undir eina nýggja siglingarleið og øktan samhandil.
(Mynd 📸 Wikipedia)
Hoyr Jógvan Horn, lærara á Vinnuháskúlanun, greiða frá um navigatión á døgum Magellans og um ótrúliga bragd teirra (frá 19:15min-27:00min). Um at sigla uppá bestikk - áðrenn til bar at staðfesta eina neyva positión - og við bert breiddarstigunum, egnum metingingum og góðum kagmonnum á ferðini sigla út í tað ókenda. Jógvan Horn metir tað vera eitt satt bragd, at trý av fimm skipum hjá Magellan megnaðu at koma til kryddoyggjarnar í Kyrrahavinum - og fylgjast allan vegin.
Í hesi samrøðu, ið Sprotin hevur framleitt við Eyðuni Klakstein sum verti, hoyra vit Jógvan Horn, lærara á Vinnuháskúlanum, Randi Kúrberg, málfrøðing, og Andras Sólstein, søgufrøðing, skifta orð um bókina “Magellan” hjá Stefan Zweig. Knút Olsen hevur týtt bókina til føroyskt.
👉🏻 Hoyr samrøðuna her: https://sprotin.fo/news/1002/magellan
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare