Dávid útlærdur maskinsmiður hjá Univice
- Eva Andrésen

- 10 hours ago
- 1 min read

Dávid er nú útlærdur maskinsmiður hjá Univice, sum styrkir um fakliga grundarlagið hjá fyritøkuni og setur fokus á eina vinnu í greiðum vøkstri.
Univice er í støðugari menning og arbeiðir í dag við bæði føroyskum og altjóða uppgávum, millum annað innan maritima vinnu og tøkniligar loysnir í Norðuratlantsøkinum og Norðurevropa. Hetta gevur starvsfólkunum møguleika at arbeiða í einum altjóða og fjølbroyttum umhvørvi.
Samstundis er maskinsmiðfakið í Føroyum í framgongd. Seinastu árini er talið av lærlingum innan teknisk yrki vaksið munandi, og stór arbeiðspláss hava í dag heilar lærlingadeildir við fleiri tíggjutals lærlingum. Hetta undirstrikar ein vaksandi tørv á faklærdari arbeiðsmegi í vinnuni.
Við útbúgvingini hjá Dávidi fær Univice ein vælútbúgvin starvsfólkaflokk, meðan hann sjálvur traðkar inn í eina vinnu við stórum møguleikum – bæði í Føroyum og á altjóða marknaði.
(Myndir 📸 Univice)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Univice AWI
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #SmyrilLine #faroeislandsmaritimedirectory #Tíðindi #Sjóvinna #directory #UniVice #AWI #AWIBOATS
Fylg LinkedIn #'s:
.png)
%20(1).png)


















Comments