Ein er tíðin at byggja – og ein er tíðin at taka niður

Soleiðis fer tíðin við øllum. Tað sum einaferð var nýtt, sterkt og lívsneyðugt, verður við árunum slitið av brimi, arbeiði og tíðargongd. Ella sagt við øðrum orðum: ein er tíðin at byggja upp – og ein er tíðin at leggja niður.
Trolarin “Suðringur”, sum varð bygdur á skipasmiðjuni á Skála í 1977, hevur í mong ár verið ein týðandi partur av føroyska fiskivinnulívinum. Hann hevur tænt bæði suðringum og Føroyum væl og hevur ført ótaldar veiður til lands – ein vitnisburður um arbeiðssemi, áræði og lívslínu hjá mongum familjum.

Men nú er ein annar kapittul byrjaður.
Í dag verður “Suðringur” sleipaður á upphøggingar-atløgubryggju. Har endar hansara lívsleið, eftir áratíggir á havi. Tað er ein kensluborin løta, tí við hvørjum slíkum skipi hvørvur eisini ein partur av okkara felags søgu.
Hetta minnir okkum á aðrar søguligar bátar, sum hava sett dám á føroysku sjóvinnuna – eitt nú “Suðuroyingin.”
Í dag, tá “Suðringur” fer til upphøggingar, verður aftur eitt blað vent í søgubókini.
Men hóast skip hvørva, liva søgurnar víðari. Tær liva í minnunum hjá teimum, sum arbeiddu umborð, og í samfelagnum, sum bygdi sítt lív á sjógvin.
Og enn einaferð kunnu vit staðfesta:
Ein er tíðin at byggja – og ein er tíðin at taka niður.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Ásbjørn Mikkelsen eigur myndirnar.
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #FaroeIslands #FaroeSea #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry #faroesemaritimeecosystem
Fylg LinkedIn #'s:
.png)




















.png)
%20(1).png)
Comments