EPI og ESI í felags altjóða samstarv

Frá januar 2027 fara Environmental Port Index (EPI) og Environmental Ship Index (ESI) at virka undir felags kørmum hjá altjóða havnasamtakinum IAPH.
Nýggja samstarvið skal geva havnum og reiðaríum eina einfaldari og meira samanhangandi skipan at máta og løna skip, sum hava góð umhvørvislig avrik.
ESI mátar samlaða umhvørvisprofilin hjá skipum, meðan EPI mátar veruliga umhvørvisavrikið hjá skipum undir hvørjari havnarvitjan. Saman geva tær havnum eitt betri grundarlag fyri umhvørvisligar stimbranarskipanir.
– Hetta skapar eina felags altjóða loysn, sum ger tað lættari at løna skipum fyri reinari rakstur, sigur Even Husby, stjóri í EPI.
EPI er ognað av tólv norskum ferðamannahavnum og verður í dag nýtt av meira enn 45 ferðamálum í Norðuratlantshavi.
Partarnir vóna, at nýggja samstarvið fer at skunda undir grøna umskiftið í altjóða sjóflutningi.
Føroyingurin, Annfinn Hjelm, er vinnuligur stjóri (Chief Commercial Officer) í EPI.
(mynd: Fuglafjarðar Kommuna, eftirgjørd av bfi.fo - og EPI LinkedIN)
Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni
Kelda: EPI
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #CruiseEurope #Havnir #epi #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry #faroesemaritimeecosystem #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #CruiseEurope #Havnir #epi #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry #faroesemaritimeecosystem #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory
.png)

















.png)
%20(1).png)
Comments