Eingin føroyingur deyður á sjónum hetta seinasta árið
Mikudagin verða minningarhald kring landið

(Mynd 📸 Dimma.fo)
Mikudagin er 1. novembur og tað er allahalgannadagur, ella dagurin har vit minnast tey, sum ið fingu váta grøv og tey, ið annars doyðu í yrki sínum á sjónum. Hetta seinasta árið er eingin føroyingur sjólátin, ella deyður í sambandi við sítt yrki á sjónum. Minningarhald plaga at vera ymsastaðni kring landið, men so er eisini eitt alment hald í Havn fyri alt landið. Tað eru fólk á staðnum, sum skipa fyri haldunum kring landið, og tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki sínum á sjónum, verður á Vinnuháskúlanum í Tórshavn. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri. Á tí almenna minnigarhaldinum talar Løgmaður. Eftir løtuna á Vinnuháskúlanum leggur Løgmaður ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Í sambandi við haldið verður eisini gudstænasta í Dómkirkjuni, skrivar fólkakirkjan. Vit vita um eitt annað minningarhald, og tað verður við minnisvarðan í Søldarfirði Allahalgannadag klokkan 9.45. Har verður tað Ragnar Sundstein, sum talar og aftan á bjóðað tey kaffi í Elim.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Dimma.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments