top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FAROE DIVE | Hugaligt við góðum næmingum

Updated: Nov 16, 2022

Fyrrakvøldið vóru kavarar inni á gólvinum á kavaraskúlanum, í samband við endurnýggjan av fyrstuhjálparprógvum teirra.

(Mynd 📸 Faroe Dive)


Aftaná vanligu fyrstuhjálparundirvísingina: 30/2, lívbjargandi 1.hjálp, skaðastaði, lungaskaðar, kavarasjúka, gasseitringar, bløðingar, niðursett blóðrensl o.s.fr. , kom prátið inn á sera týdningarmikil evnir ið hava týdning fyri trygdina hjá kavarum.


Evnini ið vóru tikin fram vóru t.d. gasslógirnar hjá bæði Dalton og Henry. Gasslógin hjá Dalton arbeiðir við tí partialtrýstinum hjá hvørjari gass í einari gassblanding (andingarevni). Henry´sa lóg verður arbeitt við hvussu gassir diffundera í/úr vætu, í mun til yvir/undir-trýst.


Hjá Henry verður eisini komi eitt sindur inn á hvussu væl/illa evnir blandast (upploysast)í ymiskan vevna (evnir). Visti tú eisini, at um blóðskipanin hjá einum kavara súrnar, orsaka av ov nógvum CO2 (hørðum arbeiði), so er kavarin meira útsettur fyri at fáa kavarasjúku?


Tann gassin, ið er beinleiðis orsøk til kavarasjúku er Nitrogen.


Eisini vóru næmingarnir inni á teoriunum, ið nógvar kavarateldur brúka at rokna nitrogen-metning eftir t.d. Haldane, Buhlman, RGBM, VPM o.s.fr. Um ein hevur eina fatan av hvussu teldurnar rokna, so ber eisini betri til at verja seg mótvegis kavarasjúkuni.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Faroe Dive

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page