top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Maskinmeistarafelagið | Aðalfundur verður 14. mars 2026 á Hotel Hilton


Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður leygardagin tann 14. mars kl. 14.00. á Hotel Hilton.


Skráin er sambært lógini:

  1. Val av fundarstjóra.

  2. Frágreiðing formansins.

  3. Leggja fram roknskap felagsins.

  4. Uppskot til lógarbroytingar.


    • Obligatorisk samlagstrygging fyri allar limir.

    • Regulering av pensjónsaldri.

    • Broytan av ásetingum um limasløg.

  5. Val av formanni, nevndarlimum og tiltakslimum.

  6. Ásetan av limagjøldum.

    • Dagføra limagjaldið

  7. Velja Skrásettan grannskoðara.

  8. Ymiskt.



Tá freistin fyri uppstilling til formans- og nevndarval var úti tann 15. desember 2025, hevði bert verandi formaður Arnfinnur Bech stillað upp til formansvalið. Sostatt heldur núverandi formaður Arnfinn Bech áfram sum formaður komandi 3 árini.


Til nevndarval hava sitandi nevndarlimir Magni G. Joensen og Rógvi K. Hansen boða frá, at teir taka við afturvali.. Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu greiða brævatkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58, Fo-100 Tórshavn.

Uppskot til nevndarlimir kunnu skjótast upp á aðalfundinum.


Møgulig uppskot til viðgerðar á aðalfundinum, skulu vera felagnum í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.


Aftaná aðalfundin verður limaveitsla. Tilmelding til limaveitsluna skal sendast til:


mf@mf.fo ella kann boðast frá luttøku við at ringja til felagið á tlf.: 314718 í seinasta lagi 9. mars.

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: mf.fo Mynd FSN

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page