Maskinmeistarafelagið | Kunnandi fundur fyri limir, ið sigla við føroyskum fiskiskipum
- Eva Andrésen

- 14 minutes ago
- 1 min read

Mánadagin 29.12.2025 frá kl. 09.00.-14.00. skipar Maskinmeistarafelagið fyri kunnandi fundi fyri limir, ið starvast á sáttmálaøkinum millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskip.
Maskinmeistarafelagið bjóðar limum sínum, ið sigla við føroyskum fiskiskipum, til kunnandi fund á Hotel Hilton mánadagin 29.12.2025 kl. 09.00.-14.00.
Í sambandi við at Maskinmeistarafelagið undirskrivaði sáttmálan við Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskip fyrr í ár, skipar felagið fyri kunningarfundi hesum viðvíkjandi.
Felagið hevur fingið ymisk viðurskifti inn í sáttmálan, ið felagið ynskir at greiða nærri frá. Í núverandi sáttmála eru viðurskifti innan yvirtíðargjøld, fyri at arbeiða millum túrar broytt. Eisini er í sáttmálanum komnar ásetingar inn, ið fevna um skrivligar fastlønaravtalur. Onnur viðurskifti eru eisini komin inn í sáttmálan, ið felagið ynskir at greiða frá.
Núverandi sáttmáli gongur út 1. apríl 2026 og ynskir felagið tí at koma í prát við limir sínar um komandi sáttmálakrøv v.m.
Skrá:
kl. 09.00. Morgunmatur
kl. 09.45. Formaðurin bjóðar vælkomin.
kl. 09.45. - 12.00.
- Framløga og kjak.
- Høvi verður at seta spurningar.
kl. 13.00. Miðnám á Hotel Hilton.
kl. 14.00. Liðugt.
Tilmelding er neyðug og fer tilmeldingin fram við at senda meyl til: mf@mf.fo í seinasta lagið 22. des. 2025. Skriva: “Navn og luttøka á kunningarfundi” Til ber eisini at ringja ella senda sms til skrivaran á tlf. 21 77 27.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: mf.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Maskinmeistarafelagið #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #FaroeseMaritime #Faroeislands #directory
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)


















Comments