MASKINMEISTARAFELAGIÐ | VIDEO - Norðurlendskir starvsbrøður øtaðust
- Eva Andrésen
- 6 minutes ago
- 1 min read
Tað finst ongin umbering fyri hendingini við opna hekkuportrinum á Galaxy, eru norðurlendskir maskinmeistarar samdir um
í hesi vikuni hevur seinni hálvárligi fundurin hjá NMF (samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum) verið íi Malmø í Svøríki, og har øtaðust umboðini fyri feløgini, tá greitt varð frá málinum við Galaxy, sum sigldi um Suðuroyarfjørð við hekkuportrinum á glopp.
Fráfarandi forsetin í NMF, Odd Rune Malterud, varastjóri og fakligur leiðari í Det norske maskinistforbund, Dnmf, er formaður í nevndini fyri trygd á sjónum í altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum ITF, og hevur í nógv ár verið í fremstu røð, tá tað ræður um trygd og trygdarspurningar í IMO-høpi.
Hann var púra avgjørdur um, at slíkt, sum hendi umborð á Galaxy, ikki eigur at koma fyri. Port state control - í hesum føri Sjóvinnustýrið - skuldi verið fráboðað alt fyri eitt, og tað skuldi lagt skipið, til vissa var fingin fyri, at viðurskiftini komu í rættlag, sigur hann.
(Mynd 📸 mf.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: MF.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Maskinmeistarafelagið #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #FaroeseMaritime #Faroeislands #directory
Fylg LinkedIn #'s: