top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Semja gjørd um Vørn–sáttmálan

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur sáttmálasemjuna fyri maskinmeistararnar á vaktar– og bjargingarskipunum vera til at liva við, og hann vísir millum annað á batar í úrtíðarlønini, eina nýggja viðbót fyri ábyrgd av aspirantum, og at manningin nú fær lut í samsýningum fyri arbeiði uttan fyri vanliga virkisøkið hjá vaktar– og bjargingarskipunum.


ree

Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála fyri vaktar– og bjargingarskipini hjá Vørn at galda í tvey ár og ein mánað, frá 1. august 2025 til 30. september 2027.


Semjan kann takast niður HER.


Talan er um endurnýggjan av gamla sáttmálanum við nøkrum týðandi batum fyri limirnar í Maskinmeistarafelagnum. Eitt nú er eitt nýtt úrtíðarstig, “úrtíðarløn 3”, sett inn í grein 4 í gamla sáttmálatekstinum, soleiðis at 60 prosent verða latin afturat tímalønini fyri arbeiði á føstum frídøgum. Roknaða tímalønin hjá fastløntu maskinmanningini á skipunum hjá Vørn er árshýran býtt við 2080.


Grein 15, sum snýr seg um atstøðingar og aspirantar, er orðað av nýggjum, og ein nýggj viðbót uppá 1.000 krónur um mánaðin er ásett til maskinmeistarar, sum hava ábyrgd av aspirantum.


Sum nakað heilt nýtt tryggjar semjan, at manningarnar nú eisini fáa lut í samsýningunum, sum Vørn fær fyri serligar uppgávur, ið liggja uttan fyri sjálvt virkisøkið hjá vaktar– og bjargingarskipunum. Ein nýggj grein verður sett í sáttmálan, sum ásetir, at manningin fær 20 prosent av samsýningini fyri slíkar uppgávur, og samsýningin verður býtt til manningina í mun til føstu lønina hjá tí einstaka. Arbeiði fyri føroysku tryggingarfeløgini eru tó undantikin samsýningini.


Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur seg saktans kunna liva við hesi semjuni:

"Samráðingar enda jú altíð við, at partarnir møtast onkustaðni á leiðini, og tú fært ongantíð alt, tú kundi ynskt tær, men henda semjan hevur tó nakrar týðandi batar við sær, sum vit í hvussu er kunnu vera nøgd við", sigur hann.

ree

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, taka lógvatak, eftir at semjan var undirskrivað í Portugálinum í Tinganesi í dag


(Myndir 📸 MF.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo

ree



Kelda: mf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page