FAROE DIVE | Venjingar við flot-bretti á Kollafirði
Aftur ein framúr skarðandi góður dagur saman við sera góðum fólki. Í dag hava kavarar frá Tórshavnar Sløkkiliðið gjørt venjingar við flot-bretti (paravan) á Kollafirði. Tá leita verður við flot-bretti hongur kavarin afturúr einum báti, meðan hann leitar á botni. Hetta er ein góður máti at avgreiða eina skjóta leiting á lutvíst-stórum øki. Myndin varð tikin tá tann síðsti næmingurin var liðugur við venjing sína. Sum tað sæst er her talan um rættar sjógarpar, ið hugna sær óført tá leyst er úr landi. Pressarar!
Soleiðis skrivar Faroe Dive á facebook síðu sína í dag.


(Myndir 📸 Faroe Dive)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Faroe Dive
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments