top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FIRUM | Granskingin av sjósílum heldur fram

Havbúnaðarfelagið og Firum halda fram við sjósílaverkætlanini, sum partarnir sjósettu í 2019

Kirstin Eliasen, deildarleiðari hjá Firum, og Øssur M. Dalbúð, ráðgevi hjá Havbúnaðarfelagnum, taka lógvatak saman, tá ið avtalan varð longd (mynd📸 Vinnuhúsið)


Verkætlanin, sum skal lýsa støðuna hjá sjósílastovninum í Føroyum, heldur fram eitt ár afturat. Tað eru Havbúnaðarfelagið og P/F Firum vorðin samd um. Partarnir hava longt avtaluna, sum byrjaði í 2019.


Verkætlanin skal geva betri vitan um, hvussu alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósíl og umhvørvið í sjónum. Havbúnaðarfelagið metir, at tað hevur stóran týdning at kanna, tí áðrenn verkætlanin fór av bakkastokki var vitanin um sjósílastovnin avmarkað.


Firum hevur staðið fyri kanningunum síðani 2019, eftir at Havbúnaðarfelagið í 2018 heitti á felagið um at taka ábyrgdina. Allar kanningarnar verða fíggjaðar av Havbúnaðarfelagnum, og úrslitini hava longu verið við til at økja munandi um vitanina.


Tvey høvuðsøki verða kannað

Verkætlanin er býtt í tveir partar. Tann eini snýr seg um at kanna, nær og undir hvørjum umstøðum sjósílayngul ferðast frá ánni út á sjógv. Hin parturin er at kanna støðuna hjá vaksnum sjósílum á sjónum, og saman geva hesir partar eina heildarmynd av støðuni.


Ynglið verður PIT-merkt, áðrenn tað verður sett út í ánna. Antennur við ánna og á sjónum skráseta síðani ferðingina hjá ynglinum. Til kanningarnar av vaksnum sjósílum verða síl fangað við gørnum, samstundis sum sílafiskarar kunnu vera við og senda inn upplýsingar um sílini, teir fiska.


Firum hevur ment serligar brævbjálvar, ið gera tað lættari hjá sílafiskarum at senda inn roðsluprøvar. Í heyst verður aftur drigið lut um ein vinning upp á 10.000 krónur millum øll, sum senda brævbjálvar inn.


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Firum

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:

Commentaires


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page