top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FISKIMÁLARÁÐIÐ | Jóhan Christiansen vitjaði THOR

Í gjár vitjaði landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, THOR í Hósvík.


ree

Landsstýrismaðurin varð vístur runt í skrivstovuhølunum í Hósvík, og Hans Andrias Kelduberg, stjóri, greiddi frá menningini hjá felagnum. Frá tá fyrsta skipið varð keypt fyrst í 1990’unum, til stóra og umfatandi virksemið, sum í dag fevnir bæði um fiskivinnuvirksemi á sjógvi og landi og virksemi í frálandavinnuni við tilknýti til oljuvinnuna og til vindmyllulundir.


Bæði fiskivinnuvirksemi og frálandavirksemi hjá THOR eru í dag heimsfevnandi, og er felagið virkið í nógvum ymiskum londum og heimspørtum.


ree

Á fundinum vóru mál viðvíkjandi fiskiskapi í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi umrødd. Virðisøking og meirvirking av tilfeinginum varð umrøtt, og vísti Hans Andrias Kelduberg í hesum samanhangi á týdningin av, at fiskivinnan hevur varandi og tryggar karmar at virka undir. 


- THOR er ein spennandi fyritøka, sum hevur gingið undan á nógvum mótum. Tað er áhugavert at síggja, hvussu víðfevnandi virksemið hjá THOR er í dag, og ikki minst at hoyra, at hugurin at menna og royna nýggjar leiðir framvegis er stórur, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.

(Myndir 📸 FISK.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page