top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Fleiri ferðafólkaskip á vitjan í Vági í summar


Aftur í ár fær Vágur vitjan av fleiri ferðafólkaskipum, og í summar eru átta skip á skránni.


Í samband við hvørja vitjan fer Vágs kommuna at senda út tíðindaskriv við nærri kunning um skipið, komu- og fráferðartíðir, væntaða talið av ferðafólkum, møguligar útferðir og annað viðkomandi.


Endamálið við hesum tíðindaskrivum er at geva vinnulívinum og borgarum í Vági betri møguleika at fyrireika seg til vitjanirnar og fáa sum mest burturúr teimum.


Fyrsta tíðindaskrivið er longu sent út og inniheldur eitt yvirlit yvir vitjanirnar í summar, umframt upplýsingar um ferðafólkatalið á teimum ymisku skipunum.


Tey, ið ynskja at móttaka hesi tíðindaskriv, kunnu venda sær til Edith Mariu Samuelsen á teldupostinum edith@vagur.fo.




(Photo 📸 Port of Vágur)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Port of Vágur



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page