top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Føroyar væl umboðaðar á Cruise Europe ráðstevnu


Føroyar vóru væl umboðaðar á árliga aðalfundinum og ráðstevnuni hjá Cruise Europe, sum í ár var hildin í Reykjavík í Íslandi.


Cruise Europe savnar havnir og ferðavinnustøðir úr fleiri londum, og Føroyar eru ein virkin partur av samstarvinum. Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á samstarv, burðardygd og framtíðar menning í cruise‑vinnuni.


Millum luttakararnar var Annfinn Hjelm, sum legði fram arbeiðið við Environmental Port Index (EPI). Sambært honum er vaksandi áhugi í vinnuni fyri skipaðari umhvørvisskráseting.


– Tað sæst, at áhugin fyri álítandi dátum og umhvørvisfrágreiðingum er vaksandi, og at hetta hevur týdning fyri bæði havnir og ferðavinnu, sigur Annfinn Hjelm.


Eisini luttók Port of Vágur á ráðstevnuni. Sambært umboðum fyri havnina eru slík tiltøk týdningarmikil, tá tað ræður um at fáa nýggja vitan og styrkja samstarv við aðrar aktørar í vinnuni.



Ráðstevnan gevur eisini møguleika at skapa nýggj sambond og vísa fram møguleikarnar, sum eru í føroysku havnunum, herundir í Vági.


Við virknari luttøku í altjóða samstarvi sum Cruise Europe, arbeiða føroyskar havnir og ferðavinnuveitarar víðari við at menna støðu sína sum ferðamál hjá cruise‑skipum.


(Mynd 📸 Annfinn Hjelm)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Kelda: Annfinn Hjelm og Port of Vágur

Logo
Logo
Logo



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page