top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Framherji | Umhvørvisgóðkenning at útbyggja havnarlagið

Verandi havnarlag verður víðkað við 2.500 m2. Tunnilsgrót við spreingileindingum úr plasti verður nýtt til útfyllingina.


(mynd: frá umhvørvisgóðkenning. US.fo)


Ætlanirnar hjá Framherja snúgva seg um at víðkað um verandi bryggju Úti á Enni í Fuglafirði. Samlaða víddin av ætlaðu útfyllingini er (80m * 30m) + 100m = 2.500 m2


Niðanfyri er stutt lýsing av verkætlanini hjá Framherja, sum er endurgivið úr Umhvørvisgóðkenning.



- Talan er um 80m leinging av verandi bryggjukanti, Úti á Enni í Fuglafirði.


- Bryggjan verður bygd sum stálspunsbryggja, oman yvir grótsskrán, sum er fyltur út har.


- Fylt verður upp við gróti frá nýggjum frystitunnlum, ið skulu spreingjast um somu tíð sum bryggjan verður bygd.


- Nøgdin av gróti, ið skal brúkast til bryggjuna, er íalt 33.000 m3 (innbygt mát), og roknað verður við, at grótið frá frystitunnlunum inniheldur spreingitraðrir (Nonel).


Talan er um sama havnavirksemi, sum er á verandi bryggju innan fyri økið, sum fevnir um lossing og lasting av fiski- og farmaskipum.


Tíðarætlan

Arbeiðið er boðið út í innboðnari høvuðsarbeiðstøku, og tilboðini koma inn 15.02.2024.


-Ætlanin er at byrja arbeiðstøkuna í seinasta lagi 01.03.2024 1

- Gróttøka frá spreinging fyri nýggjum frystitunnlum byrjar fyrst í apríl 2024.

- Stál til bryggjuna verður skipað upp á Fuglafjarðar havn í seinasta lagi 15.04.2024.

- Uppfylling við gróti og uppsetan av stálspunsbryggju verður ætlandi liðugt 22.09.2024.

- Liðuggerð og avhendan av arbeiðinum er ásett til 15.12.2024.


Umhvørvisgóðkeningin kann lesast her


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Umhvørvisstovan

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page