top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FSN | Semja undirskrivað millum FSN og RFH

Updated: Mar 26

Føroya Skipara-& Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip hava skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála


(Myndir 📸 fsn.fo) 


Semja millum: Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN) og Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH)

Sáttmálaskeið: Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðarskeiðið frá 1. mars 2025 til 28. februar 2027.


Galdandi fyri allar sáttmálar:


Hækkingar í løn og eftirløn:

• Lønin hækkar 4,32% tann 1. mars 2025

• Lønin hækkar 3,87% tann 1. mars 2026

Aðrar broytingar í sáttmálanum eru galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður, við undantakið av teimum broytingum har gildiskoman er serstakt ásett.


Broytingar í sáttmálanum:


Høvuðssáttmálin


§ 9 Frídagar og frítíð


Stk 5. Reiðaríið verður at leggja frítíðina tilrættis soleiðis, at eftir 9 vikur útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk 1. við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring. Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið.


Stk. 10. Fyri útmynstring longri enn 9 vikur verður latið 1/2 frídagur pr. dag fyrstu 14 dagarnar og 1 frídagur pr. dag fyri eftirfylgjandi dagar.


Restin av ásetingunum í § 9 verða óbroyttar


§ 10 Yvirtíð


Stk. 1. Fyri arbeiði, sum skipari/stýrimaður arbeiðir yvir 11 tímar í einum samdøgri, verður úrtíðartímalønin roknað sum mánaðarløn/165 x 1,25. Afturat hesum verður goldið frítíðarískoyti smb. galdandi lóg um frítíð við løn, í løtuni 1,5%.


Restin av ásetingunum í § 10 verða óbroyttar


§ 11 Skeiðvirksemi


Stk. 1. Fyri skiparar og stýrimenn við upp til 2 ára starvstíð hava hesi skyldu í álmannakkaárinum eftir boðum frá reiðarínum at nýta upp til 6 álmanakkadagar av frídøgunum til skeiðsvirksemi. Eftir 2 ára starvstíð hava skipari og stýrimenn skyldu til eftir boðum frá reiðarínum í álmanakkaárinum at nýta upp til 4 álmanakkadagar av frídøgunum til skeiðsvirksemi.


Allir frídagar, sum verða nýttir umframt hesar geva rætt til ein frídag. Um manning verður álagt at taka online skeið heima, so er hetta tað sama sum at vera á fysiskum skeiði.

Tó telja online skeið í mun til normeraða tíð. Tvs. er skeiðið normerað til 8 tímar, so telur tað sum ein dagur, 4 tímar sum hálvur dagur osfr.


Um reiðarí áleggur online skeið, og manning ynskir at sleppa á tilsvarandi fysiskt skeið, so kann hetta avtalast. Reglan er tá, at reiðarí rindar fyri skeiðið, men hetta telur ikki sum skeiðsdagar.


Fyri skeiðsútreiðslur yvir kr. 30.000, hildnar fyrstu 2 árini eftir fyrsta starvssetanardag sum navigatørur hjá reiðaranum, hevur reiðarin rætt at krevja hesar skeiðsútreiðslur aftur frá navigatørinum, um hann sigur seg úr starvi ella av lógligari grund verður burturvístur innan fyri 4 fyrstu setanarárini.


Afturgjaldskravið verður niðurskrivað soleiðis í mun til starvssetanartíðina - til og við 2. setanarárið sum navigatørar kunnu verða kravd 100% - til og við 3. setanarárið sum navigatørur kunnu verða kravd 80% - 4. setanarárið sum navigatørur, kunnu verða kravd 60%. Eftir 4. setanarárið sum navigatørur, kann einki verða kravt aftur.


Restin av ásetingunum í § 11 verða óbroyttar


§ 16 Kostpeningur


Stk. 1. Í tænastu umborð, meðan skipið er heima og kostur ikki fæst, verður goldið kr. 200,00 um dagin.


Stk. 2. Í tænastu heimanífrá, tá kostur ikki fæst, verða almennu dagpengasatsirnir fyri tænastuferðir í Danmark brúktir, í løtuni kr. 360,00. Restin av ásetingunum í § 16 verða óbroyttar.


Sersáttmáli fyri skiparar og stýrimenn við størri skipum í frálandavinnu


Nýtt stk. 4 í § 4 í frálandasáttmálanum:


Sigling í Norðurevropa: Verður broyting framd í siglingarætlanini, verða skiparar og stýrimenn samsýntir við einum frídegi eyka fyri hvønn dag, sum fer útum +/- 24 tímar.

Tórshavn, tann 18. mars 2025


Føroya Skipara- og Navigatørfelag Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Annfinnur Garðalíð Jens Meinhard Rasmussen formaður

Alfred Jacobsen nevndarlimur


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo



Kelda: Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Fylg Facebook #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag

Fylg LinkedIn #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page