🅹🆃 🅴🅻🅴🅲🆃🆁🅸🅲 | Gomul búseting og nýggjasta tøkni 👌🏻

Tíðir broytast, og umstøður við. Hetta kann sigast um viðheftu mynd, sum vísir partar av Føroya elstu búseting - og nýggjastu tøkni á Sandsvág.

Í vikuni kom nýggi fóðurflakin hjá Mowi á Sandsvág, har felagið í ár fer at hava stórt alivirksemi. Í fjør tók Mowi 2000 tons av laksi á vánni, og ætlanin við útsetingini hesaferð er, at nøgdin av laksi, sum í hesum umfari verður aldur á Sandsvág, skal koma upp á tey 4000 tonsini.


Hans Jákup Mikkelsen sigur, at alingin á Sandsvág hekk saman við seinastu útseting og fram til tøku, men her var einki avlop. Nú miðjar alifelagið eftir, at Sandsvág skal gerast eitt veruligt aliøki við nútímans tøkni, og málið er um nøkur ár at kunna ala eini 6000 tons av laksi í økinum.

Í løtuni hevur Mowi seks stórar aliringar liggjandi á Sandsvág, og her koma tveir ringar aftrat. Útsetingin í ár verður 900.000 smolt, harav ein stórur partur longu er komin í ringarnar á vánni. Aliringarnir eru bæði stórir og sterkir, og tað er eisini neyðugt til harðbalna umhvørvið á Sandsvág.


Fóðurflakin hjá Mowi tekur 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsir. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.


- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið á Sandsvág frá føroyskum veitara, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar, sum fegnast um, at alingin á Sandsvág nú er nútímansgjørd, soleiðis at tað slepst undan at fóðra úr smærri bátum.


Umframt fóðurflakan, hevur JT electric eisini levera kameraskipan, fóðurskipan, netsamband, sensorskipan og landstreymsloysn, sum alt er ment í Føroyum. Stór atlit eru tikin til umhvørvið í mun til útsjónd, útlát og ljóð.


- Landsstreymkaðal verður lagdur út til flakan, so øll streymveiting kemur úr landi og harvið verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð. Harafturat eru blásararnir til fóðurskipanina umborð settir inn í ljóðdoyvandi kabinett, sigur stjórin í Mowi Føroyar.

Leggjast kann aftrat, at tíðir broytast, og umstøður við. Hetta kann sigast um viðheftu mynd, sum vísir partar av Føroya elstu búseting - og nýggjastu tøkni á Sandsvág, nú nýggi fóðurflakin hjá Mowi er komin at liggja á Sandsvág.

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: in.fo

Logo
Logo
Logo