top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

GREIN | Sjógvurin ger føroyingar ríkari

Updated: Mar 14, 2022

Á sjónum ráða føroyingar, og sjógvurin ger føroyingar ríkari. Men, tað kostar, tí tú mást ofra teg hvønn dag. Tú fert at møðast og stríðast, men lønin er ein útbúgving í heimsflokki.

Vinnuháskúlin er ein sjómansskúli, maskinmeistaraskúli, trygdardepil og skeiðsdeild, og skúlin bjóðar eisini næmingum, ið hava lokið miðnámsskúla, at gerast aspirantar, bæði sum navigatørar og maskinmeistarar.

Stjórin á skúlanum síðan á sumri í 2020 er Símun Poulsen. Hann hevur drúgvar royndir á Vinnuháskúlanum, fyrst sum lærari frá 2007 og síðan sum undirvísingarleiðari frá 2013.

Sjálvur gjørdist Símun Poulsen navigatørur í 1993, og í fleiri ár var hann í uttanlandssigling sum stýrimaður. Nú stendur hann á odda fyri einum týðandi parti av føroyska útbúgvingarverkinum.


Høgt fakligt støði

Tá sjóvinna er okkara høvuðsvinna er ikki løgið, at matitimu útbúgvingarnar teljast millum tær elstu í Føroyum. Gjøgnum árini eru yvirmannaútbúgvingarnar mentar í samsvari við altjóða gongd, og skúlaskipanin tryggjar næmingunum bestu og tryggastu umstøður. Vinnuháskúlin er á fakliga høgum støði, og skúlin bjóðar spennandi og hugnaligt lestrarumhvørvi og fjøltáttaðar útbúgvingar við besta leiðsluførleika, bæði á sjógvi og landi.


- Okkara útbúgvingar eru viðurkendar um allan heim, og tær geva næmingunum altjóða góðkendar førleikar. Útbúgvingarnar eru eisini viðurkendar sum støði undir framhaldslestri, sigur skúlastjórin, Símun Poulsen.


Aspirantskipanin

Við aspirantskipanini hjá Vinnuháskúlanum, sum byrjaði fyri navigatørútbúgvingar í 2015 og fyri maskinútbúgvingar í 2018, kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara og maskinmeistara. Hetta er ein miðvís leiðsluútbúgving til tann, ið vil sjógvin, og siglingartíðin er partur av útbúgvingini.


- Tey lesandi fáa neyðugu 12 mánaða siglingartíðina, meðan lisið verður og skúlin og skipini, ið skúlin hevur avtalu við, leggja siglingina til rættis. Aspirantskipanin gevur soleiðis atgongd til skiparaútbúgvingina uttan siglingartíð frammanundan.


Úr miðnámi til aspirant

Aspirantskipaninar eru útbúgvingar fyri fólk, sum koma úr miðnámi, eitt nú studentar, HF’arar ella HTX’arar, og tað er ikki neyðugt, at tú ert handverkari ella hevur langa siglingartíð, áðrenn farið verður undir útbúgvingina. Við røttu lærugreinunum kanst tú koma beint úr miðnámi og fáa praktisku royndirnar á sjónum, meðan tú ert undir útbúgving.


- Aspirantskipanin virkar tískil sum ein útbúgvingarmøguleiki við praktikkplássi, sigur Símun Poulsen, sum eisini vísir til heimasíðuna - www.aspirant.fo.


Ráða á sjónum

Aspirantskipanin, sum Vinnuháskúlin bjóðar, er gjørd eftir sama leisti, sum danska skipanin, og hon er eisini góðkend av Søfartsstyrelsen. Skipanin er lagað til føroysk viðurskifti í samráð við føroyska vinnu. Vinnuháskúlin hevur nakrar næmingar, sum eru undir útbúgving eftir aspirantskipanini, har umleið helmingurin eru undir útbúgving sum navigatørar og hin helmingur innan maskinfakið.


- Men, vit kundu hugsað okkum, at vit høvdu fleiri aspirantar, leggur skúlastjórin aftrat.


Á heimasíðuni til aspirantútbúgvingina finnur tú eisini hesar eggjandi og stimbrandi reglur: “Á sjónum ráða føroyingar. Sjógvurin ger føroyingar ríkari. Men, tað kostar, tí tú mást ofra teg hvønn dag. Tað er ikki fyri øll. Tú fert at møðast og stríðast, men takkarlønin er heimsklassi...”


Trygdardepilin við Áir

Umframt sínar útbúgvingar, bjóðar Vinnuháskúlin eisini ein hóp av ymiskum skeiðum, sum hava við hesar útbúgvingar at gera, og soleiðis hevur skúlin eisini nøkur fólk í starvi á Trygdardeplinum við Áir.


- Her hava vit viðkomandi skeið fyri sjófólki, sløkkiliðsfólki, virkjum, stovnum og einstaklingum. Skúlin hevur góð undirvísingarhøli, sum eru lagað eftir galdandi krøvum.


Símun Poulsen sigur, at skeiðini fyri sjófólk lúka øll STCW-krøv og ásetingar hjá føroyskum myndugleikum, og virksemið á Trygdardeplinum fer fram eftir IMO-góðkendari stýriskipan.


Á heimasíðuni www.vh.fo kann lesast um allar útbúgvingar og skeið, sum Vinnuháskúlin bjóðar, og her kann eisini lesast um upptøkutreytir og umsóknarfreistir.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: in .fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page