top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

HAVNAR BJARGINGARFELAG | Rescue Lív navngivin 🙂

Rescue Lív - Soleiðis eitur nýggi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag.

(Mynd 📸 Ólavur Frederiksen / Tórshavnar Kommuna)


Felagið keypti bátin í fyrrárið, og síðani er báturin riggaður til. Nýggi Rescue Lív er rúmligari enn gamli báturin, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning eru eisini væl betri, umframt at pláss er fyri fleiri fólkum umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu undir Bryggjubakka, tá ið báturin varð navngivin. Les røðuna niðanfyri.

 

- Góðu bjargingarfólk og tit mongu sjálvbodnu. Góðu tit øll!

- Tað er gott at síggja so nógv fólk her í dag. Og hetta er jú ein heilt serligur dagur, nú hesin stásiligi báturin verður navngivin.

- Tit eru ein sterkur sjálvboðin felagsskapur, og tað er tykkum fyri at takka, at vit hava eitt gott og vælvirkandi bjargingarfelag í høvuðsstaðnum. Tað er sjón fyri søgn, at tit ganga uppí arbeiðið við lív og sál.

- Tað vóru eisini eldsálir, sum byrjaðu Havnar Bjargingarfelag, og enn er tað hesin sami góði viljin hjá tykkum øllum at standa saman um felagið.

- Alt, sum tit gera, er ólønt. Og tað er ikki hissini tímar og orka, sum er løgd í felagið. Tað er hetta sjálvbodna arbeiðið, sum ger, at tit kunnu halda fram við at veita lívbjargandi hjálp til tey, sum hava tørv á tí.

- Fyri Tórshavnar kommunu er tað ein sjálvfylgja at stuðla rakstrinum fíggjarliga, eins og at tit hava frítt bátapláss her í Vágsbotni.

- Og tað er sanniliga eisini ein stórur stuðul, at familjur og eisini arbeiðspláss vísa tolsemi og loyva tykkum at fara frá døgurðaborðinum og fara frá arbeiðsuppgávum, tá ið boð eru eftir tykkum, tí onkur hevur brúk fyri hjálp.

- Nógv er gjørt við henda bátin, síðani hann kom til Føroya úr Svøríki. Og hesum fyrireikingunum hevur Tórshavnar kommuna eisini stuðlað.

- Men fram um alt annað, so er tað tykkara miðvísa arbeiði, sum ger, at báturin í dag verður navngivin.

- Mær er sagt, at tit byrjaðu at skráseta allar arbeiðstímarnar, tá ið tit fóru undir at rigga bátin til. Men tá ið tit komu upp um 1.000 tímar, góvust tit at telja tímarnar. So tit hava lagt fleiri túsund tímar av sjálvbodnum arbeiði í handa bátin - og tí er hetta ein heilt serligur dagur hjá tykkum at røkka málinum!

- Havnar Bjargingarfelag bleiv stovnað, eftir at Goðanes fórst við Flesjarnar. Stovnandi aðalfundur var í februar 1957. Fundurin varð hildin í Sjónleikarhúsinum, har eini 80 fólk vóru á fundi. Tríggjar vikur seinni var Kollafjarðar Bjargingarfelag eisini stovnað.

- Endamálið við Havnar Bjargingarfelag var “at fremja bjargingarmál, har vandi er fyri sjóláti” og fremsta málið var “at fáa til vega bjargingaramboð, at vekja ans fyri bjargingarmálum og at venja upp menn og kvinnur til bjargingar á havi og við strendurnar”. Seinni kom felagið eisini at umfata bjarging uppi á landi.

- Felagið helt fyrst til á einum pakkhúslofti niðri á Sælingahellu.

- Í 1975 gjørdi felagið so avtalu við Býráðið um at leiga gamla pakkhúsið hjá Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik – Meiarínum - í Vágsbotni.

- Tað var eisini um hetta mundið, at felagið keypti ein týskan gummibát. Báturin hevði tveir uttanborða motorar, og teir vóru heili 28 hestar hvør. Báturin kostaði 75 tús. krónur, og Lion Club her í Havn hjálpti til við at fíggja bátin.

- Stívliga 20 ár seinni flutti felagið inn í verandi høli á Bacalao.

- Rescue Lív ger okkum øll í Tórshavnar kommunu tryggari á sjónum. Steðgar ein bátur upp, so fer Rescue Lív skúmandi út. Tit eru eisini við í bjargingum, og so er báturin eisini álitið hjá nólsoyingum og øllum í Hesti og Koltri.

- Tit røkja sjúkraflutningin úr Nólsoy, sum nólsoyingar eru sera takksamir fyri. Rescue Lív hevur bæði siglt við eldri fólki, við barnakonum og børnum, sum eru komin til skaða – ja, øllum nólsoyingum, sum hava tørv á at koma á sjúkrahús. Og tit eru altíð til taks, er eitthvørt áfatt í Hesti og Koltri.

- Tit hava eisini eitt avbera gott samstarv við Sløkkiliðið, sum kallar bátin út, tá ið tørvur er á tí.

- Nýggi báturin merkir eisini nýggjar tíðir fyri tykkum, sum eru knýtt at felagnum.

- Hesin báturin er væl størri, hann klárar størri sleip, hann er rúmligari innan og uttan, hann ber seg betri í ringum veðri, og so er báturin sera væl útgjørdur í allar mátar.

- Umborð er eisini ein sløkkipumpa, so báturin kann sløkkja eld eitt nú í Nólsoy. So eisini á hesum økinum er Rescue Lív eitt ordans álit.

- Og so er ein bjargingarskutari komin til landið, og ætlanin er, at hann altíð verður á dekkinum.

- Rescue Lív er ein sólskinssøga, og Tórshavnar kommuna fer framhaldandi at vísa hesum góða fari alla vælvild. Tit skulu vita, at her í Vágsbotni kemur Rescue Lív altíð í trygga havn.

- US Coast Guard hevur orðini “Semper Paratus” sum motto. Á føroyskum merkir hetta “Altíð til reiðar”. Og tað er júst tað, tit øll og hesin báturin eru – tit eru altíð til reiðar.

- Við hesum orðum fari eg at takka tykkum øllum fyri tað megnar arbeiði, sum tit gera í hesum felagsskapinum. Somuleiðis fari eg at ynskja tykkum allarbestu eydnu við arbeiðinum og til lukku við navninum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Logo
Logo
Logo


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page