top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HAVSTOVAN | Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum

Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endaði í gjár.


Góð 20 fólk hava verið á fundinum, flestu teirra í Føroyum, men nøkur hava luttikið talgilt.

Stovnsmetingararbeiðið er umfatandi og krevur bæði tilfar frá rannsóknartúrum og frá fiskiskapinum. Undan fundinum verður alt tilfarið savnað og eftirmett, og síðan verður sjálv stovnsmetingin gjørd og eftirmett á fundinum.


Næsta stigið eftir fundin er, at ein tilmælis-bólkur eftirmetir stovnsmetingarúrslitini og letur ICES-tilmælið úr hondum. ICES-tilmælið fyri, hvussu nógv kann fiskast av gulllaksi og longu í 2026, verður alment um hálvan juni.


ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Stovnsmetingararbeiðið er býtt á fleiri serfrøðingabólkar, og ein av hesum bólkunum er WGDEEP, har til dømis føroyska longan og gulllaksurin verða stovnsmett. Oftast eru fundirnir á høvuðsstøðini hjá ICES í Keypmannahavn, men av og á verða teir hildnir á ymsu rannsóknarstovnunum, og hesa ferð er WGDEEP komin til Føroya.


(Mynd: Havstovan.fo)



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
YouTube Logo
Instagram Logo



Kelda: Havstovan

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page