top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

HIDDENFJORD | Eisini rakt av tøkugjøldum

Stjórin í Hiddenfjord heldur at ein eyka aliskattur hevði verið ein rættari loysn. Stjórin í Bakkafrosti er samdur.

(Ljóðbrot 📸 KVF.fo)


(Videobrot 📸 KVF.fo)

Hækkaða tøkugjaldið fer eisini at raka alifyritøkuna Hiddenfjord, sum í fjør skar 56 prosent av laksunum til fløk. Tøkugjaldið var evnið á skránni hjá vinnunevndini, sum hevði boðið fýra pørtum at koma inn til hoyringar í dag. Síðsti hoyringspartur er Mowi, og tey skulu hoyrast í morgin. Verandi tøkugjald fer at ávirka virksemi á virkinum hjá Hiddenfjord í Sørvági eftir ársskifti. Bakkafrost var eisini til hoyringar. Eingin broyting verður tó í mun til støðuna, sum Bakkafrost hevur kunnað um, at fólk verða søgd úr starvi. Hægri skatt Búskaparráðið var eisini inni til hoyringar. Tey halda, at partafelagsskattur er tað rætta. Hiddenfjord heldur hvørki verandi lóg ella uppskotið hjá Sambandsflokkinum vera tað rætta. Atli Gregersen vil heldur hava eina skipan, har fyritøkurnar rinda skatt. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ið eigur verandi lóg um tøkugjaldið, tosar nú um at fara burtur frá verandi lóg og heldur ikki nýta uppskotið hjá Sambandsflokkinum. Hann vil heldur hava eina heilt aðra skipan. Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini, vil ikki enn siga, nær álitið kemur.


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Kelda: KVF.fo

Logo
Logo
Logo


Follow Facebook #'s:

Follow LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page