top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

HIDDENFJORD | Hellutangi verður liggjandi veturin av

Fóðurflakin Hellutangi, sum sleit og rak á land á Víkum 5. apríl í ár, verður liggjandi veturin av.

Atli Gregersen, stjóri í Luna, hevur uppgivið at fáa fóðurflakan Hellutanga fluttan burtur frá Víkum, har hann fór á land 5. apríl. Tað sigur Atli Gregersen við vp.fo. Fóðurflakin Hellutangi, sum sleit og rak á land á Víkum 5. apríl í ár, verður liggjandi veturin av. Allar royndirnar higartil at fáa flakan leysan eru miseydnaðar.


"Vit hava gjørt nógvar royndir, men eingin hevur gingið, sum vit høvdu vónað, og nú hava vit tikið eitt 'time-out' og fara at brúka tíðina til at hugsa um, hvørjir aðrir møguleikar kunnu troytast," sigur Atli Gregersen við heimasíðuna.

Brúkt tíð og orku upp á Hellutanga

Hann sigur, at fyritøkan hevur brúkt nógva tíð og orku í royndunum at fáa Hellutanga leysan. "Vit mugu ikki gloyma, at vit eisini hava nógvan alifisk í sjónum, sum eisini skal passast," sigur Atli Gregersen við vp.fo.


Hann sigur, at tey hava ikki givið upp at fáa Hellutanga leysan og tiknan burtur, men at tað ikki verður roynt aftur í ár.

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Logo
Logo
Logo


Recent Posts

See All

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page