top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

JT ELECTRIC | Broytir navn til GroAqua

Updated: Apr 19, 2023

Navnaskiftið er ein liður í gongdini í at røkka longur út á altjóða marknaðin við burðardyggum vakstrarloysnum til alivinnuna. Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum – at menna vakstrarloysnir til alivinnuna

(Mynd 📸 JT Electric)


Føroyska fyritøkan JT electric skiftir navn til GroAqua. Navnaskiftið er ein liður í gongdini í at røkka longur út á altjóða marknaðin við burðardyggum vakstrarloysnum til alivinnuna. Í desember í 2020 keypti JT electric skotsku fyritøkuna Sterner AquaTech UK í sambandi við ætlanir um at fóta sær betur á bretska marknaðinum. Nú verða góðu førleikarnir í báðum fyritøkunum veruliga flættaðir saman í eitt felags brand fyri at koma sterkari út á altjóða marknaðin – nú við navninum GroAqua. – Vit eru spent uppá at byrja eitt nýtt kapittul sum eitt samlað felag og at byggja ein sterkan pall sum veitari til altjóða alivinnuna, sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua.

– Vit koma áhaldandi at menna burðardyggar tøkniligar loysnir til alivinnuna og at stuðla alarum við at náa teirra vakstrar málum. Starvsfólkini og vørurnar í fyritøkuni eru enn tær somu við fleiri áratíggjum av royndum at menna tøkniligar loysnir til alifeløgini í harðbalna Norðuratlanshavinum. Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum – at menna vakstrarloysnir til alivinnuna (grow aquaculture). Navnið ber boð um gróður, og hevur sama týdning bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum. GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Pólandi og í Danmark – og arbeitt verður við at styrkja støðuna á norska marknaðin, ið er heimsins størsti alimarknaður. Í 2022 var meira enn helmingurin av umsetninginum frá sølu uttanfyri Føroyar, og loysnir hjá føroysku fyritøkuni verða brúktar av alarum kring allan heimin. Meira kann lesast um virksemið hjá felagnum á nýggju heimasíðuni www.GroAqua.io.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: JT Electric

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page