top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Leið meg einaferð enn út á dekkið

Eg skuldi ikki fari út á dekki aftur, men siti niðri í lugarinum við kabússuna, tigandi, við tøvdum vøttum á hondunum, tí árini eru blivin so mong.

(Mynd 📸 Osmund Justinussen)


Ætli mær ikki at hugleiða langt aftur í tíðina á hesum sinni, so tað, sum eg skrivi um, fer bert aftur til umleið 2017. Eg geri hetta einaferð enn, hóast væl vitandi at tað er tíðarspilla.

Í  2017 byrjaði toskafiskiskapurin rættiliga at taka til aftur eftir eina sera drúgva La Nina, sum vardi frá 2010 og til 2016, men í 2017 hevði El Nino fingið yvirtakið aftur og byrjaði tá rættiliga at bragda aftur við fiskiskapinum.


Toskafiskiskapurin helt áfram at mennast heilt til 2019. Tey bestu økini til tosk blivu framhaldandi stongd fyri fiskiskapi, og einki bleiv opnað.


Komið nakað út í 2019 var toskastovnurin blivin so stórur, at grunnurin kundi ikki rúma honum, og fór hann tískil at gera landgongd inni á firðunum. Ja, toskurin kom inn í hvørja havn og hvønn áarósa at finna sær føði, eftir at hann hevði etið sítt egna avkom úti á grunninum, tí, sum vit vita, so er toskur kannibalur og etur alt, tá svongd kemur á. Tað, sum kom inn á firðirnar, var stórur fiskur, ja, gýtingar-stødd.


Vit minnast eisini, hvussu fólk kundu standa á hvørjari kai og veiða tosk við tráðu.

Hendan syrgiliga søga endaði við, at tað mesta av toskinum doyði í hungri og lá sløddur út eftir landgrunninum, og var hetta orsøkin til, at lítil og eingin gýtingartoskur bleiv á vári eftir, í 2020.


Meðan hetta hendi, stóðu vit sum áskoðarar uppi á landi og gánaðu, meðan stórur partur av grunninum, ja, allar tær bestu toskaleiðirnar vóru friðaður fyri fiskiskapi, og eingi góð toska-økir blivu opnað, so vit kundu fiska meira.


Nei, nú skuldi fiskurin “goymast” til komandi árini. Størsti parturin av toskinum doyði sum sagt í hungri, men tó fór nakað av toski, sum maktaði at svimja, upp í sjógvin at sveima og finna sær føði.


Ja í hesum toska-rok-árunum 18 og 19 fiskaðu vit bert umleið 18 túsund tons pr ár,  hóast vit skuldu havt fiskað minst 45.000 tons pr ár, ein missur uppá 27000 tons x 15,oo kr. pr. Kg = 405 milliónir krónur pr. ár. Alt vegna høpisleysar friðingar á landgrunninum. 

Lærdi nú nakar nakað av hesum mistaki?  Nei - So púrt einki! Tí tað vísa teirra tilráðingar aftur í ár.


Hesir somu frøðingar eru nú aftur byrjaðir at tilráða fleiri friðingar av toska- økjum, nú El Nino aftur er komin í hæddina, og fiskiskapurin er við at taka til aftur.


Tann nógvi hitin, sum hevur verið úti á landgrunninum serliga seinastu 2 árini, er nógv avtakandi soleiðis, at hitin í sjónum á botni á Mýlingsgrunninum, sum var +10 gr, nú fyrrapartin av vetrinum er lækkaður niður á +7,5 gr, sum er mest hóskandi hiti fyri tosk. 

Hetta vita vit frá okkara egnu trolbátum, sum til dagligt síggja hitan á trolsondini.


Nú er aftur ein nýggj rødd komin aftrat hesum frøðingum, sum sigur:  “Nei, friðing er ikki nóg mikið, vit mugu eisini seta kvotur á fiskin.”


Tann, sum kemur við slíkum hugskoti um at seta kvotur á toskafiskiskapin á Føroya grunninum, veit als ikki, hvat hann tosar um. 


So tað skal ikki aftur viðgerðast her.

Annars er at siga um kvotur sum heild á fiskatilfeingi, at hetta man verða størsti kriminalitetur, sum gjørdur er á eitt nattúrutilfeingi í heiminum.


Tey fyrstu árini, eftir at kvotur vórðu settar í gildi Í ES, bleiv mett, at fiskur fyri 23 milliardir kr. bleiv blakaður út aftur í havið í Norðsjónum og vestan fyri Írland. Og sama skilið var í Íslandi.


Men hetta er ein so long sorgarsøga, sum ikki kann skrivast um og útdýpast í hesi grein.

Okkara nývaldi fiskimálaráðharri sigur nú eisini, at hann tekur fult undir við tí, sum ICES sigur niðri í London.

So her lades alt håb ude!


Haldi hann skuldi stungið fingurin langt niður í jørðina og kanna grundarlagið fyri teirra ráðgevingum og mint seg á - ella í minsta lagi lisið, hvat ICES tilráddi tásitandi stjórn í Føroyum við vælsignilsi frá føroyskum fiskifrøðingum: 


At eingin toskur skuldi fiskast á landgrunninum í 1990-árunum. 

Ella - er einki lært?

– Nei, nú er alt longu gloymt -!


Um hann meinar tað, hann sigur, so er als eingin grund til at hava eina fiskivinnuumsiting her á landi, tí tað kostar okkum almikið!


Tí bert at verða eitt ekkó av ICES er ikki til nakra nyttu, men bert til bága fyri fiskivinnuna!

Men so frægir vóru polittikararnir í 1990, at teir skúgvaðu hesar tilráðingar hjá ICES til síðis og vit upplivdu í 1996 - 1998 tann besta toskafiskiskapin, sum vit minnast í søguni.

Eg ivist  stórliga í, um  fiskifrøðingar hjá ICES, sum sita niðri í London, vita hvar Føroyar liggja og trúgvi, tað er teimum púra fjart og fjalt, hvat tað er, sum ávirkar fiskiskapin á okkara leiðum.


Eg trúgvi ikki, teir hugsa um vind, streymviðurskifti ella um æti, og neyvan hugsa teir um hitan í sjónum. Teir hugsa ikki um ring vestan-vár, teir hugsa ikki um eystan-vetrar, sum nú í  vetur.  Teir hugsa ikki um Jett-streymar, teir hugsa ikki um El Nino’ir ella La Nino’ir.

Nei, teir hugsa einki um, hvat ávirkan slík fyribrigdi, hava á  fiskatilfeingi á okkara lítla landgrunni frá ári til ár, men bert nøkur verunleikaleys tøl. 


Tá so fiskifrøðingarnir hava ásett tonsatal fyri Føroyar, fara teir ein túr í London har teir fáa sær ein góðan bita, eins og brøðurnir hjá Jósefi gjørdu á sinni, eftir at teir høvdu selt hann.

Soleiðis verður okkara landgrunnur umsitin!


Ongantíð enn havi eg  hoyrt ein fiskifrøðing biðið um umbering, og sagt:

“Eg metti skeivt”, ja sjálv ikki í 1990unum.

ICES hevur verið høvuðsorsøkin til, at allar fiskiveiðuhavnir, sum munna út til Norðsjógvin, nú liggja tómar fyri fiskiskip og fisk.


Í árinum 1962 vóru 670 fiskiskip í Esbjerg, í dag eru tey kanska 10 smá skip.

Havnirnar í Hull, Grimsby, Aberdeen eru allar tómar fyri fiskiskip.

Ja, í Grimsby sigst, at mosi er vaksin á kajkantinum, har sum Føroyingar og aðrir seldu sínar lastir, meðan kurvarnar við toski og hýsu fuku ígjøgnum luftina, so skjótt teir landaðu, og tømdu trolaralastirnar, fyri at skipini skuldu sleppa út á næstu flóð, ti eingin tíð mátti spillast burtur.


Okkara egnu fiskihavnir her í Føroyum fara nú skjótt á sama hátt, og mosi fer at vaksa á kajkantinum, um politiski myndugleikin ikki vaknar við NÙ.

Til síðst er at siga, at ongantíð seinastu 70 árini hevur so lítil veiðiorka verið á Føroya grunnunum sum seinastu 5 árini.


So, er okkurt sum bilar annað enn tað, eg havi nevnt, so má orsøkin finnast aðrastaðni.

Gott nýggjár ynski eg Føroya fólki, og serliga tykkum, sum á havinum balast!

NB: Annars sigur BBC í kvøld, at orsøkin til allan hitan í summar og kuldan í vetur er, at el Nino nú er komin í hæddina.-


Osmund Justinussen

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Osmund Justinussen

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page