top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

VINNUHÁSKÚLIN | Lovandi næmingatal

Updated: Aug 30, 2023

Vit hava víst á í aðrari grein á Blue Faroe Islands at áhugin fyri maritimum útbúgvingum økist millum ungdómar í Danmark. Hetta sæst aftur í næmingatalinum, sum byrjaði skúlaárið í 2023. Vøksturin var 8% í upptøkum.


Komandi dagarnar setur Blue Faroe Islands sjóneykuna á hvussu støðan er í Føroyum. Vit byrja við navigatør/skipara útbúgvingini á Vinnuháskúlanum.


Í Føroyum eru tveir sjómannsskúlar. Vinnuháskúlin í Havn og Sjónám í Klaksvík. Í Havn er í høvuðsheitum tvær útbúgvingar at velja í: navigatør/skipara útbúgving og maskinmeistara útbúgving.


Á Sjónámi í Klaksvík er talan um skipara og skipsatstøðara útbúgving, sum er ein dekkara útbúgving.


Upptøku tíðarskeiðið á Vinnuháskúlanum er hvørt hálva ár, tað vil siga at næmingar byrja í august og í januar.


Upptøku tíðarskeiðið á Sjónámi er skipað soleiðis, at næmingar til skipara verða upptiknir triðja (3.) hvørt hálvár, men tekur inn til skipsatstøðara eina ferð um árið.


Grafurin á myndini vísur at næmingatalið á Vinnuháskúlanum svingar millum 60 tá ið talið er hægst, og 42 tá ið talið er lægst. Í løtuni svingar grafurin uppeftir, og væntandi kann talið av næmingum hækkað samanborið við 2022.


Í august í ár vóru 34 næmingar, sum byrjaðu uppá navigatør/skipara útbúgvingina. Talið í 2022 var 49 samanlagt. Hetta merkir at um 15 ella fleiri næmingar bliva upptiknir, verður talið hægri enn 2022 og 2021.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Blue Faroe Islands

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Комментарии


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page