top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Aðalfundurin 2022

Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður, leygardagin tann 19. mars kl. 14 á Hotel Hafnia

(Mynd 📸 Maskinmeistarafelagið / Ólavur Gunnarsson heldur talu)


Nevndarval: Skráin er sambært lógini: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frágreiðing formansins. 3. Leggja fram roknskap til góðkenningar. 4. Uppskot um lógarbroytingar. 5. Nevndarlimum og tiltakslimum. 6. Ásetan av limagjøldum 7. Velja skrásettan grannskoðara. 8. Ymiskt.


Møgulig uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera felagnum í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.


Fyri vali til nevndina standa Jóhan Mørkøre og John Højsted. Jóhan Mørkøre tekur við afturvali, meðan John Højsted hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali. Áðrenn freistin fyri uppstilling var úti tann 15. desember 2021 høvdu hesir stillað upp til nevndarval:

  • Ólavur J. Østerø

  • Rógvi K. Hansen

Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins Grønlandsvegur 58.


Fleiri uppskot til nevndarlimir kunnu skjótast upp á aðalfundinum.

Døgurði og undirhald

Aftaná aðalfundin verður boðið til døgurða við 3 rætta matskrá og tilhoyrandi drykkjuvørum. Undir borðhaldinum fer Sámal Ravnsfjall at syngja og Elisa Vang fer at undirhalda.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page