top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MASKINMEISTARAFELØG Í NORÐURLONDUM | Neyðugt at økja trygdina í Arktis

Norðurlendsku maskinmeistarafeløgini taka undir við yvirlýsing hjá norðurlendsku Navigatørfeløgunum, sum millum annað snýr seg um betri sjóferðslutrygd í Arktis. Tað bleiv niðurstøðan hjá maskinmeistarafeløgunum eftir ein felags fund í heyst. Yvirlýsingin snýr seg millum annað um betri trygd í Arktis.

Samstarvið hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum, Nordiska Maskinbefälsfederationen, NMF, helt sín seinna hálvárliga fund í Svøríki í heyst (Mynd 📸 NMF- Nordiska Maskinbefälsfederationen)


Í eini yvirlýsing hjá norðurlendsku navigatørfeløgunum verður millum annað víst á, at millum 2013 og 2019 vaks skipaferðslan í Arktis 25 prosent, og samlaði teinurin, skip sigldu í hesum økinum, longdist við 75 prosentum sambært frágreiðing hjá WWF.


Økta ferðslan saman við verðurlagsbroytingum og broyttum ísviðurskiftum er ein vaksandi trupulleiki fyri trygdina hjá bæði manningum og ferðafólki, sum sigla í arktiskum sjóøki.


Á sínum fundi í Stokkholm í Svøríki í heyst samtykti samstarvið millum tey norðurlendsku maskinmeistarafeløgini, Nordiska Maskinbefälsfederationen, NMF, at taka undir við yvirlýsingini hjá navigatørunum.


Í yvirlýsingini verður hildið, at núverandi geopolitiska støðan ørkymlar framtíðar samstarvið millum arktisku tjóðirnar og tær avleiðingarnar, sum kunnu verða í sambandið við trygdina í økinum.


Trygdarpolitikkur í miðdepilin

Semja er um, at kikarin skal setast upp aftur meira á trygdarpolitikkin í Arktis, tí vandi er fyri, at samstarvið um rannsóknararbeiði, bjarging og skipaferðslu í økinum eins og umhvørvið kann fara at minka.


Norðurlendsku Navigatørfeløgini, The Nordic Navigators, sum altso er eitt samtak av navigatørfeløgum í Norðurlondum, stúra fyri trygdini í Arktis og vilja fegin arbeiða saman við stovnum, feløgum og øðrum, sum hava áhuga í at bøta um trygdina í økinum, og tað er millum annað hetta, sum norðurlendska maskinmeistarasamstarvið NMF eisini tekur undir við.


– Vit vilja arbeiða saman við øðrum maritimum áhugaðum um tilmæli, sum føra til batar, verður sagt.


Nordic Navigators mælir sjóvinnumyndugleikum í arktiskum tjóðum og flagglondum, sum sigla í Arktis, at bøta um sjóferðslutrygd á hesum økjum:

• Fyrst og fremst at seta tiknar avgerðir í verk.

• Pól-reglugerðin (The Polar Code) eigur at umfata heilt ávís amboð til eftirlit.

• Reglur og líknandi skulu haldast.

• At flaggstatir seta omanfyrinevnda í verk hjá einstøku tjóðunum.


Hildið verður eisini, at krøv til yvirlivilsisútgerð eiga at ítøkiliggerast, og tangaskip og reikferðaskip eiga at fáa loyvi at sigla á farleiðum í Arktis, sum vit vita eru siglandi hjá øðrum skipum. Upplýst verður annars eisini, at í framtíðini verða allir limir í Arktiska Ráðnum limir í Nato – uttan Russland.

Umboðini hjá Maskinmeistarafelagnum á fundinum í Stokkholm. Úr vinstru eru tað Regin M. Olsen, næstformaður, Tummas Eli Høj Joensen, formaður, og Sjúrður Heinesen, skrivari (Mynd📸 Maskinmeistarin)


Les fleiri spennandi greinar hjá blaðnum Maskinmeistarin HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Maskinmeistarin

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page