top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEININGAR | Einki fantilsi á. Hvat hendir? Eru vit til tað turra grin?

Updated: Apr 30

Seinastu tvær vikurnar hava tveir russarar ligið við bryggju í Kollafirði, eitt fraktskip og ein yvirstórur trolari.

Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin

(Mynd 📸 Bjarni Djurholm)


Ein skandala.


Í hvørja kurv leggja vit okkara egg?


Seinastu tvær vikurnar hava tveir russarar ligið við bryggju í Kollafirði, eitt fraktskip og ein yvirstórur trolari.


Kranarnir standa uppi á skipunum, men teir hava havt avmarkað virksemi.

Í morgun (flaggdagin) eru fimm russarar við bryggju í Kollafirði.


Tvey farmaskip og tríggir stórir trolarar.


Hvat hendir? Eru vit til tað turra grin?


Hesi fiski- og hernaðarskip (samb. dekret frá Putin) gera akkurát sum teimum lystir.


Her eru fleiri enn nakrantíð, alt meðan russar fongsla, myrða, lúgva og jagstra.


Jarðleggja Ukraina, hótta heimin við kjarnorkukríggi (Medvedev, lærhvølpur Putins) og eru upphavið saman við Iran at forkoma Ísrael umvegis Hamas í Gaza.


Hálsfevnast við hópdrápsmenn sum Kim Jung Un, Bashar al-Assad, Ebrahim Raisi (Iran), Ramzan Kadyrov, Aleksandr Lukasjenko, Khaled Mashal (Hamas), umframt hópin av korruptum leiðarum runt heimin - ikki minst í Afrika.


Hvat kann gerast? Hvør hevur ábyrgdina? Hevur Løgtingið ikki samtykt, at hetta ber ikki til?


Meini so við, er lóg ikki lóg, og hvør ábyrgdast fyri hesum lógarbroti?


Russar provokera, lúgva og tað sum verri er.


Skipaði streymurin av falstíðindum frá russum umvegis teirra stjórnarmiðlum hevur eittans endamál - at undirgrava vesturlendsku fólkaræðini, javnrættindini og rættartrygdina. Fyri ikki at gloyma óteljandi skipaðu dagligu telduálopini, sum raka stovnar, fyritøkur, flogferðslu, ja vesturlondini yvir ein kamb.


Endamálið - at skapa kaos.


Hjá okkum sýnast gamlir kommunistar, søguleys og Putinfjepparar taka saman hendur at verja fjandanskapin. Ótrúligt.


Hvussu kunnu ES og USA hava nakra virðing fyri føroyingum og landsins stjórn, nú russar aftur í hópatali fylla bryggjukantarnar í Føroyum, samstundis sum fleiri illneitast, tí amerikanskur kavbátur - okkara vernd móti despotum, vitjar Nólsoyarfjørð?


Einki fantilsi á.

Myndirnar eru tiknar á middegi, flaggdagin 2024.

Bjarni Djurholm

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Kelda: Bjarni Djurholm

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page