MEININGAR | Johan Dahl spyr: Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024?
- Eva Andrésen
- 4 days ago
- 2 min read
Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, skrivligan fyrispurning, og evni er: Fráflyting av monnum og skattainntøkur frá arbeiði uttanlands

Spurningar:
1. Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024?
2. Hvussu stórar eru samlaðu skattainntøkurnar higartil í 2025 frá inntøkum, sum føroyingar hava vunnið við arbeiði uttanlands, samanborið við sama tíðarskeið í 2024?
3. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, um broytingarnar, sum gjørdar vórðu í skattingini fyri fólk, ið arbeiða uttanlands, hava givið tær væntaðu inntøkurnar til landskassan?
4. Um broytingin hevur havt neiliga ávirkan á inntøkur landskassans, er landsstýriskvinnan sinnað at umhugsa at endurskoða og møguliga broyta lógina aftur?
Viðmerkingar:
Tað er avgerandi at fáa greiða vitan um, hvørt tær lógarbroytingar, sum eru framdar í skattingini fyri føroyingar, ið arbeiða uttanlands, hava havt jaliga ella neiliga ávirkan á landskassans inntøkur, og um broytingarnar hava elvt til økta fráflyting, serliga av monnum, ið arbeiða í Noregi, sum eru beinleiðis ávirkaðir av broytingunum.
Teir, sum t.d. sigla undir DIS-skipanini, verða ikki ávirkaðir av broytingunum, tí talan er um eina nettoskattaskipan. Tó hava verið fleiri ábendingar um, at lógarbroytingin, sum m.a. ávirkar útisiglarar í Noregi og onnur, ið arbeiða uttanlands, hevur havt við sær, at nógvir sjómenn eru fluttir frá norskum reiðaríum til donsk og grønlendsk reiðarí. Eisini verður ført fram, at lógarbroytingin hevur havt við sær fráflyting av monnum úr Føroyum.
Tørvur er á at fáa staðfest, um lógarbroytingin hevur havt beinleiðis ávirkan á bæði fráflytingina og skattainntøkurnar til landið og sum avleiðing av hesum hevur skapað neiligar avleiðingar fyri vinnu og familjur í Føroyum. Hetta er neyðugt fyri at kunna taka støðu til, um lógarbroytingin eigur at verða endurskoðað og møguliga broytt aftur.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 13. august 2025
Johan Dahl
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Johan Dahl Mynd Sambandflokkurin
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Tíðindi #Meiningar #Antares #FaroeIslands #Directory #Faroeislandsmaritimedirectory
Fylg LinkedIn #'s:
Comments