MEININGAR | Skattaálopið á føroyska fiskimannin uttanlands
Ein føroyskur dekkari sum siglur við norskum fiskiskipi og býr í Føroyum, og hevur eina inntøku uppá DKK 700.000, kemur aftaná broytingarnar í nýggja skattauppskotinum, at gjalda uml 50% í skatti, meðan norski fiskimaðurin sum stendur við siðuna av honum og arbeiðir skal gjalda 30% í skatti, í krónum og oyrum ein munur á DKK 140.000 aftaná skatt árliga, sum føroyski fiskimaðurin fær minni fyri sama arbeiði.
(Mynd 📸 VP.fo)
Í dag er munurin ikki so stórur, kanska 5- 6%.
Og skuldi tað hent at sjúkan rakar ein, so fær normaðurin útgoldið fra NAV DKK 45.000 um mánaðin, meðan føroyski fiskimaðurin sum velur at gjalda i Heilsutrygd fær ca DKK 18.000, um mánaðin, og so eru pensjónsviðurskiftini nógv betur fra NAV.
Orsøkin til at hettar uppskotið fer at hækka skattin so nógv er at nú missur føroyski fiskimaðuri ein part av sjómannafrádráttinum, kr 25.000, samdøgurfradráttinum 183 dg x 300 = 54.900 og sleppur ikki at draga 8% (skatt I Noreg) frá longur = 56.000 , i alt missur hann frádráttir av lønini uppá DKK 135.900 kr.
Og so skal hann eisini gjalda fyri tey øktu grønu avgjøldini.
So skal eisini nevnast at føroyski fiskimaðurin og arbeiðsmaðurin eru farnir 20% niður í løn síðan 2020 av tí at norska krónan er lækkað so nógv, so hett er eitt ógvusligt álop.
Eitt er heilt vist, at tað fer ikki ein einasti fiski/sjómaður, sum í dag arbeiðir ella siglur i Norra at koma til Føroyar at arbeiða av hesum uppskotinum, sum samgongan sigur er endamálið við at taka allar frádráttir frá føroyska sjómanninum og arbeiðsmanninum sum arbeiðir uttanlands.
Tvørturímóti vera tað fleiri sum flyta av landinum.
Føroyskur fiskimaður í Norra
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: VP.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare