top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEININGAR | Viðmerking til stjóran í Vinnuhúsinum

Stjórin er siteraður fyri at siga, at allur skattafrádráttur hjá sjófólki og m.a handverkarum, sum starvast uttanlanda, eiga at vera tikin av, eins og allar serskipanir eisini skulu strikast. Haldi at formaðurin í Fiskimannafelagnum, hevði eitt sera gott poeng viðvíkjandi FAS skipanini og avtøku av hesi. Neyvan var tað tað stjórin hevur hugsa sær, tí her peikar pílurin á hansara egnu limir.

(Mynd 📸 In.fo)


Lønarskatturin eigur at lækkast!

Ein kann so spyrja, hvør stjórin ímyndar sær, skal rinda fyri vælferðina? Tí givið er, at um skatturin verður settur niður, mugu onnur gjøld setast í staðin, um vælferðin skal haldast á sama støði.

Vinnuhúsið hevur fyrr nevnt, at vit skula hava lægri skatt og heldur tænastugjøld ístaðin. Tað verður, um vit vilja tað ella ikki, amerikanskir tilstandir, har einki kann gerast fyrr enn visakortið hevur verið ein túr í gjøgnum terminalin. Er hetta verðuliga ynski hjá stjóranum?


Ein hugsandi støða kann skjótt blíva, at eingin sleppur til lækna ella á sjúkrahús, uttan fyrst at gjalda! Hugsandi er kanska eisini, at tað vera fleiri fólk, sum als ikki hava ráð til lækna/sjúkrahúsvitjan, og harvið verður heilsan sett í vanda. Hugsi tykkum, at foreldur at smáðum børnum vegna pengamangul verða avvíst av lækna og ella sjúkrahúsið! Er hetta verðuliga tað stjórin ynskir sær?


Annars er at siga, at upptjent løn innan oljuvinnuna í Noreg (har flestu handverkarar starvast) skal so vítt eg veit, sambært norskari lóg, rindast í Noreg, so har er neyvan nakað at koma eftir.


So mín áheitan á stjóran í Vinnuhúsinum skal enn sum fyrr verða:

Heldur enn at grenja um frádráttir o.a átti vinnuhúsið at tikið í egnan barm, og gjørt tað meiri attraktivt fyri handverkarar, sjófólk og onnur at arbeiða í Føroyum, har lønarlag, arbeiðstíð, frítíð o.a ganga upp í eina hægri eind.

Ein góð byrjan kundi hóskandi verði innan gistingarhúsøkið,har økið meir ella minni er eitt stórt sjálvtøku borð.


Havnar Handverkarafelag

Eli Brimsvík, formaður

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: In.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page