top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Føroya Skipara -& Navigatørfelag | Nordisk navigatør kongress í Helsingør




Norðurlendska Navigatørkongressin varð hildin í Helsingør tann 27. og 28. januar 2026, har umboð úr øllum Norðurlondum savnaðust til umrøða avbjóðingar og menning innan norðurlendsku sjóvinnuna. Kongressin er ein afturvendandi og týdningarmikil pallur fyri samstarv millum navigatørar, skiparar og leiðslur í sjóvinnugreinunum.


Kongressin varð sett við almennari upplating, og skráin varð síðani einmælt góðkend.


Harumframt varð fundarfrágreiðingin frá fundinum í Tórshavn í august 2025 løgd fram og samtykt.


Eitt av høvuðspunktunum á ársins kongress var ein samlað støðulýsing frá teimum seks londunum, ið umboða navigatør- og skiparafeløgini í Danmark, Noregi, Íslandi, Føroyum, Finnlandi og Svøríki. Feløgini løgdu fram dagførda støðu um limatal, lønargongdir, arbeiðsloysi og aðrar týðandi broytingar á arbeiðsmarknaðinum innan sjóvinnu. Hetta gav eina greiða heildarmynd av støðuni í teimum einstøku londunum og í Norðanlondum sum heild.


Á skránni vóru eisini fleiri altjóða og politisk evni, sum hava stóran týdning fyri framtíðar sjóvinnupolitikk. Evnini fevndu m.a. um rammuskilir og politikk, arbeiðið innan IMO, arbeiðsmarknaðarmál í ES ígjøgnum ETF, og umhvørvismál, har grøna umleggingin og framtíðar krøv til útgerð og rakstur vóru við í kjakinum. Harumframt varð framtíðar bygnaðurin av kongressuni, samstundis sum møguligt samstarv við maskinmeistarafeløgini varð umrøtt.


Ein serligur partur av kongressini var settur av til tilbúgving og leiklutin hjá skipaflotanum í kreppu og kríggi, sum varð viðgjørdur fyrrapartin 28. januar. Hetta evnið fekk stórt pláss, serliga í ljósi av øktum altjóða óvissu og týdninginum av einum vælvirkandi og tryggum norðurlendskum flota.


Afturat hesum vórðu komandi tvær kongressurnar fyri Norðurlendsku Navigatørkongressina ásett, soleiðis at samstarvið innan norðurlendsku sjóvinnuna kundi halda styrkt fram.


Kongressin í Helsingør gjørdist sostatt ein týdningarmikil pallur fyri fakligt samstarv, vitanardeiling og strategiska menning innan eina vinnu, sum hevur stóran týdning fyri øll Norðurlond.






(Myndir 📸 fsn.fo)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: fsn.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page