Norðurlendska Navigatørkongressin varð hildin í Helsingør tann 27. og 28. januar 2026, har umboð úr øllum Norðurlondum savnaðust til umrøða avbjóðingar og menning innan norðurlendsku sjóvinnuna. Kongressin er ein afturvendandi og týdningarmikil pallur fyri samstarv millum navigatørar, skiparar og leiðslur í sjóvinnugreinunum. Kongressin varð sett við almennari upplating, og skráin varð síðani einmælt góðkend. Harumframt varð fundarfrágreiðingin frá fundinum í Tórshavn í augus