top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEST | Turrdokkin nærkast veruleika

Updated: Apr 19

Avtala um ætlan at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála undirskrivað.



Í mong ár hava vit hoyrt um ymiskar ætlanir hjá Pf. Mest, sum eigur skipasmiðjuna á Skála.


Einaferð snúði tað seg um eina dokkhøll omaná verandi dokk, seinri hoyrdu vit um ætlanir hinumegin fjørðin og í gjár skrivaðu Mouritz Mohr, Petur Háberg og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri, nevndarformaður og borgarstjóri undir avtalu um ætlan at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála.


Partarnir eru samdir um at gera eina fyribils avtalu um framtíðar skyldur, ið verður brúkt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmála fyri økið, sum partarnir fara at gera sínámillum, tá sundurmatrikulering o.a. er avgreitt.


Ætlanin hevur tað við sær, at væl størri skip kunnu takast upp á Skála, eftir at nýggja turrdokkin er liðug og nýggj bryggja er gjørd, eystari enn hin núverandi, soleiðis, at skip sum stinga upp til 12 metrar kunnu liggja við bryggju – framvið atløgusíðuni og í dokkini.


Áðrenn farið verður í holt við útbyggingina skal verkætlanin í síni heild góðkennast av Runavíkar kommunu og avvarðandi myndugleikum.


Býráðið hevur tikið undir við avtaluni, og sambært umboðunum hjá Mest er ætlanin sum skjótast at fara undir at arbeiða víðari við ætlanini.



(Mynd 📸 Runavíkar Kommuna)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Kelda: Runavíkar Kommuna

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page