top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

NAVIGARE | Nýggjur stórstuðul hjá hondbóltinum

Hondbóltssamband Føroya og stóra shippingfyritøkan í Søldarfirði hava undirskrivað eina tvey-ára avtalu. Hon inniber millum annað, at fyritøkan nú verður ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðunum.

(Mynd 📸 Hondbóltssamband Føroya / Bárður Højgaard, Navigare, og Gunn Ellefsen, Hondbóltssamband Føroya)


Hondbóltssamband Føroya hevur gjørt stuðulsavtalu við shippingfyritøkuna Navigare.

Sáttmálin varð undirskrivaður við Trøllaklett í Søldarfirði, har Bárður Højgaard, partaeigari, skrivaði undir vegna Navigare og Gunn Ellefsen, vegna Hondbóltssamband Føroya.


Um fyritøkuna skrivar hsf.fo, at hon er sett á stovn av Højgaard familjuni og øðrum í 1966. Í byrjanini hevði fyritøkan bert sandbátar, men hevur hon flutt seg meira yvir á fraktvinnuna. Seinastu árini er fyritøkan veruliga vaksin og eigur í dag 11 skip, og leigar hartil í 3 skip í løtuni, sum fyri tað mesta sigla í norðara partinum av Evropa. Fyritøkan hevur 150 fólk í starvi og liggur høvuðsskrivstovan í Søldarfirði, har ellivu fólk starvast, meðan logistikk deildirnar liggja í Norra og Skotlandi við níggju starvsfólkum.


Til nýggja samstarvi viðmerkir Bárður Højgaard, at Navigare og HSF hava nógv til felags: Stóran vøkstur bæði her heima og altjóða.


- Hondbóltur, sum ítróttagrein, hevur søguliga ikki fylt allarmest á eystara armi av Skálafjørðinum, men hava vit eisini lagt til merkis góðu gongdina, og eru vit fegin um at stimbra enn meira um eina ítróttagrein, sum nú veruliga er nakað allir føroyingar kunnu savnast um og vera ernir av.


- Tað er sera gleðiligt, at fólk og fyritøkur úr øllum landinum standa saman um landsliðini og hondbóltin í Føroyum. Hetta er tað, sum hevur lyft okkum seinastu árini og eisini skal bera okkum enn longur framm, nú okkara størstu og mest avbjóðandi uppgávur standa fyri framman í næstum, sigur Gunn Ellefsen um nýggja samstarvið.


Avtalan við Navigare Shipping inniber millum annað, at fyritøkan nú verður ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðunum. Avtalan er galdandi fyri 2022 og 2023.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page