top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

RUSSLANDS SÁTTMÁLIN | Tøgn í Tinganesi

Hanus Hansen hevði fegin viljað vita í gjár, um Føroyar slíta ella halda fram við samstarvinum. Men enn er tøgn í Tinganesi um Russlandssáttmálan

(Video📸 KVF.fo)


Tey vóru ógvuliga kúrr, tá tey fóru á samgongufund í Tinganesi mikudagin. Men tey blivu samd um skattalættan, sum skal koma í gildi 1. januar. Tó fáa vit ikki at vita veruliga innihaldið í skattalættanum fyrr enn um eina viku.

Og kvirran heldur fram. Løgmaður sigur, at støða langt síðani er tikin til samstarvið við Russland og formliga avgerðin skuldi takast nú, men vit fáa onki at vita og ongin fundur er ásettur í uttanlandsnevndini enn.

Í fjør dróg eisini út, og tað førdi til, at tey, sum søgdu seg vera ímóti samstarvinum við Russland komu við hesum boðum tann 24. november í fjør.

Men tey vildu í veruleikanum slíta við Russland. Tað gjørdu tey greitt í oktober í fjør. Og tey hartaðu eisini táverandi samgongu fyri ikki at hava fyrireikað málið nóg væl.

Og nú sita hesi fólkini við valdið. Tað hava tey gjørt síðani í desember í fjør. Altso góðar 10 mánaðir. Og so er spurningurin, um tey hava fyrireikað nakað. Tað fáa vit ikki at vita frá teimum.

Tað eru politikararnir, ið sita við avgerðini, um vit skulu samráðast við Russland ella ikki. Men avgerðin má koma nú, heldur Hanus Hansen.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Blue Faroe Islands

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page