top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SJÓKOVIN | Ársfrágreiðingin verður løgd fram

Framløgan av Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2025 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn, hósdagin tann 30. apríl kl. 9.30.


Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, bjóðar vælkomin, áðrenn frágreiðingin verður løgd fram.

Visti tú, at

  • føroyska avreiðingarvirðið var met høgt í 2025?

  • avreiðingarvirðið av toski var fjórðingin av samlaða avreiðingarvirðinum, men bert 4% av avreiðingarnøgdini?

  • útflutningurin av fiskavørum hevur verið javnt vaksandi tey seinastu árini?

  • útlendska veiðan í føroyskum sjógvi er økt við 45% síðani 2022?

  • í miðal fingu føroysk skip 6 kg fyri hvønn litur av olju í 2025, sum er nakað minni enn síðsta ár?

  • oljueffektivastu skipabólkarnir eru nótaskip og stórir útróðrarbátar við umleið somu oljunýtslu fyri hvørt kilo av fiski, meðan avreiðingarvirðið fyri hvønn litur av olju er nógv størst fyri útróðrarbátarnar?

 

Umframt nógv annað, verða hesi viðurskifti lýst í Ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2025. Ársfrágreiðingin fyri 2025 verður løgd á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir í stóran mun á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.


Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, oljunýtslu, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og tilmælini frá Havstovuni og ICES.


Í ár hyggja vit eisini nærri eftir botnfiskiskapinum undir Føroyum, og hvussu veiðan fyri hvønn fiskidag sær út í ymisku skipabólkunum. Eisini leggja vit dent á, at greina uppsjóvarfiskiskapin nærri. Eitt nú í hvørjum sjóøki mesti uppsjóvarfiskurin verður veiddur. Hvussu býtið sær út millum føroyskar og útlendskar landingar í Føroyum, og hvussu nógv føroysk fiskifør landa uttanlands. Eisini verður hugt at føroyska útflutninginum av uppsjóvarfiskinum.


Tiltakið verður í Smæruni hósdagin 30. apríl kl. 09.30. Á tiltakinum bjóðar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, vælkomin. Síðani leggja starvsfólk á Sjókovanum ársfrágreiðingina fram. Framløgan tekur ein lítlan tíma. Dyrnar lata upp kl. 9.00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.


Framløgan er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu.


Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku HER






Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjókovin

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:



Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page